Sjálvgreiðslan
Skriva út
Norðoya Bú- og Heimatænasta
Lagt út: 17.05.21
Umsóknarfreist: 01.07.21

Fysioterapeutur til Fysio- og ergoterapieindina, Ven og Virka

Vit sóknast eftir
Fysioterapeuti til Fysio- og  ergoterapieindina, Ven og Virka, at byrja 9. august 2021 ella eftir nærri avtalu. Talan er um fast starv á starvsbrøki 1,0. Møguleiki er fyri lægri brøki. 

Ábyrgdarøkið hjá tær verður at virka í einum tvørfakligum toymi, hvørs uppgáva er:

  • At kanna, greina og meta um virkisførleikar og í mun til hetta at seta átøk í verk til eldri borgarar.
  • At stuðla undir, at eldri borgarar varðveita, menna ella endurvinna sínar virkisførleikar.
  • At veita endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing til eldri borgarar.
  • At veita heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi venjingar og onnur átøk fyri eldri borgarar.
  • At undirvísa og vegleiða starvsfólkum, borgarum og avvarðandi.

Arbeiðið hjá fysioterapeutunum fer fram í venjingarhølinum - Ven og Virka, heima hjá borgarum í Norðoyggjum og á búeindunum í NBH.

Førleikakrøv og karmar
Til starvið krevst autorisatión og útbúgving sum fysioterapeutur.

Vit kunnu bjóða tær eitt framtakshugað og spennandi arbeiðspláss, sum – í samstarvi tvørtur um fak og geirar- leggur dent á venjing og rehabilitering og stuðlar undir, at eldri borgarar megna gerandisdagin og kunna búleikast heima sum longst.

Ven og Virka hevur góðar karmar og fjølbroyttar fakligar avbjóðingar, har tú fært møguleika at seta tín dám á og vera partur av støðugu menningini av tilboðum og tænastum.

Vit vænta tí, at tú hevur góð evni at samskifta, evni til sjálvstøðugt at samskipa arbeiðið, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi. At tú ert fleksibul og virkisfús/ur í mun til at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur og til framhaldandi at menna eina dygdargóða tænastu.

Virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum er soljóðandi:

  • NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
  • NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
  • Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum FMR/KAF og Fysioterapeutfelag Føroya.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Hedevig Matras, deildarleiðara, á tel. 793460 ella við telduposti til hedevigm@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av autorisatión, prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi 1. juli 2021.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna