Sjálvgreiðslan
Skriva út
Landssjúkrahúsið
Lagt út: 09.09.21
Umsóknarfreist: 23.09.21

Fysioterapeutur til Ergo- og Fysioterapideildina á Landssjúkrahúsinum

Fysioterapeutur til Ergo- og Fysioterapideildina á Landssjúkrahúsinum

Vit leita eftir tær, sum ynskir ein gerandisdag í einum fakligum endurvenjingar umhvørvi við kompetentum starvsfelagum.

Talan er um fast starv í skurðtoyminum, á brøk 1,0 at byrja 1.oktober 2021 ella eftir nærri avtalu.

Í skurð toyminum eru fýra fysioterapeutar. Tveir teirra eru mest á seingjardeildunum G4 og A3 umframt at hava útskrivaðar sjúklingar í ambulantari viðgerð. Tveir fysioterpeutar arbeiða burturav við ambulantum sjúklingum, ið fáa eftirviðgerð/venjing eftir útskrivan / skurðviðgerð v.m.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

Vit leita eftir einum fysioterapeuti, ið høvuðsheitum skal arbeiða við innløgdum sjúklingum, einstaklingaviðgerð og bólkaviðgerð. Umframt at hava ambulanta viðgerð. At hjálpa til á øðrum økjum um neyðugt.

Um deildina

Ergo- og fysioterapideildin er ein deild við 22 starvsfólkum. Deildin er tvørgangandi og veitir tænastu til allar deplar. Arbeitt verður við bæði innløgdum og ambulantum sjúklingum, og er fysioterapi ein týðandi partur av viðgerðini, ið er knýtt at ymsum sergreinum. Somuleiðis er fysioterapi partur av at optimera og tryggja sjúklingagongdir.
Arbeitt verður evidensbaserað vísandi til nýggjastu gransking, og tí er týðandi, at tú fylgir væl við hvat rørir seg á økinum.

15 fysioterapeutar starvast á deildini, sum saman við 5 ergoterapeutum og einum audiologopedi veita serkøna endurvenjing á Landssjúkrahúsinum.
Deildin er skipað við deildarleiðara, umframt tveimum varaleiðarum, ið eru ávikavist ergoterapeutur og fysioterapeutur. Harumframt starvast eitt hjálparfólk á deildini.

Krav 

  • Góðkenda útbúgving og autorisatión sum fysioterapeutur

Vit vænta

  • Tú hevur fakligar royndir innan sergreinarnar og evnar at brúka reflektión sum lið í menningini hjá sjúklinginum.
  • Sjúkrahúsverkið nýtir talgildan sjúklingajournal, og tí skal tú hava góðar telduførleikar

Dentur verður lagdur á 

  • At tú dugir at skipa arbeiðsuppgávurnar í gerandisdegnum
  • At tú tolir ein fjølbroyttan gerandisdag við nógvum ymsum uppgávum 
  • At tú hóskar væl til verandi toymið, bæði fakliga og persónliga
  • At tú kanst arbeiða sjálvstøðugt
  • At tú fylgir væl við nýggjastu gransking á økinum
  • At tú megnar at samstarva við ymsar fakbólkar.

Vit kunnu bjóða: 
Eitt fakliga avbjóðandi umhvørvi við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum og kompetentum starvsfelagum á eitt av landsins størsta arbeiðsplássum. Vit hava fokus á innanhýsis frálæru og førleikamenning, og hava eitt vakið eyga við nýggjastu gransking innan okkara økið. Vit hava nýliga fingið nýggj og spennandi venjingartól, sum lyfta endurvenjingina upp á hægri støði. Um ársskiftið flyta vit ætlandi í nýtt og spennandi umhvørvi í nýggja H-bygninginum.

Nærri uuplýsingar um størvini við at venda sær til Álvur Hansen, leiðara á Ergo- og fysioterpideildini, tlf. 211602 ella skriva teldupost til alvha@ls.fo

Lønar- og setanartreytir
 sambært sáttmála millum Fysioterapeutfelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknarfreistin 
er 23.09.2021.

Vinarliga søk starvið her.

Prógv skal havast við til møguliga samrøðu.

Um viðkomandi sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast innan byrjað verður í starvinum.

Á www.sjukrahus.fo kanst tú lesa um visión, missión og strategimál hjá sjúkrahúsverkinum undir leinkjuni "Um okkum".

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna