Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 29.08.19
Umsóknarfreist: 23.09.19

Fysioterapeutar til Heilsu- og umsorganartænastuna

Heilsu- og umsorganartænastan søkir eftir tveimum fysioterapeutum, sum brenna fyri at at stuðla aldrandi borgarar soleiðis, at tey gerast virkin og vakin alt lívið.

Talan er um avbjóðandi og gevandi størv í einum tvørfakligum toymi við serkunnleika innan fysioterapi. Aðalmálið er at stimbra heilsu og vegleiða eldru borgarunum í kommununi um heilsu og trivna. Tú kemur at virka bæði í venjingarhølum hjá Heilsu- og umsorganartænastuni, heima hjá borgaranum og á teimum ymisku eldrasambýlunum og røktarheimunum í Heilsu- og umsorganartænastuni.

VIT SØKJA EFTIR:
• einum fysioterapeuti á setanarbrøki 1,0 svarandi til 40 tímar frá 1. oktober 2019
• einum fysioterapeuti í barnsburðarfarloyvisstarv á setanarbrøki 0,75 svarandi til 30 tímar frá 1. november 2019 til 31. oktober 2020

TÚ KEMUR AT VIRKA Í EINUM TOYMI, IÐ HEVUR ÁBYRGD FYRI:
• at kanna, greina og meta um virkisførleikar hjá eldri, og í mun til hetta seta átøk í verk
• at fremja heilsufremjandi og sjúkufyribyrgandi venjingar og onnur átøk fyri eldri borgarar
• at venja og undirvísa bólkum av eldri við kroniskari sjúku
• at undirvísa og ráðgeva starvsfólkum og borgarum
• at kanna, venja og vegleiða húsfólk, sum búgva á stovni
• at meta um og søkja um hjálpartól

FØRLEIKAKRØV OG VÆNTANIR
Vit vænta, at tú:

• hevur prógv og autorisatión sum fysioterapeutur
• ert fleksibul, positiv/-ur og fyrikomandi
• hevur vilja og evni at virka í einum tvørfakligum toymi
• hevur visjónir um, hvussu ein kann arbeiða heilsustimbrandi, sjúkufyribyrgjandi og rehabiliterandi
• hevur vitan um vanliga aldran og eldrasjúkur
• dugir at vegleiða og undirvísa
• hevur umsorgan fyri tí einstaka
• dugir at arbeiða sjálvstøðugt
• góð samstarvs- og samskiftisevni
• KT-førleika á brúkarastøði
• trívist í einum ferðmiklum gerandisdegi og dámar fjølbroyttar og skiftandi uppgávur

VIT BJÓÐA TÆR
• Eitt dynamiskt arbeiðspláss, har tú kemur at starvast í einum interprofessionellum, lærandi og samstarvandi toymi, har áherðsla er løgd á, at borgarin     kann meistra egna tilveru
• Góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar, har tú fært møguleika at seta tín dám á og verða partur av eini framhaldandi menning  av tilboðunum hjá     Heilsu- og umsorganartænastuni
• Vit arbeiða aktivt fyri at útvikla og fasthalda eitt gott arbeiðsumhvørvi, og okkum dámar væl ein góðan látur og humor í gerandisdegnum
• Góðar og hjálpsamar starvsfelagar

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála við KAF / FMR og Fysioterapeutfelag Føroya.

Heilsu- og umsorganartænastan er skipað í trimum eindum - Heilsuhúsið og tvær búeindir við 203 búplássum umframt 13 umlættingarplássum og 5 plássum til samdøgursendurvenjing. Vit halda til í Heilsuhúsinum har øll tilboð til borgaran og allar tvørgangandi tænastur verða skipaðar.

Tú fært meira at vita um starvið við at seta teg í samband við Jákup Petur Eliassen, deildarleiðara fyri fysioterapeuttoymið, á telefon 793145 ella á jakupp@torshavn.fo

Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til teldupost torshavn@torshavn.fo. Viðmerkjast skal: „Fysioterapeutur“.

Umsóknarfreistin er 23. september 2019 kl. 12. Setanarsamrøða verður 25. september 2019.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.