- Øll Størv (113)
- Byggivirksemi (4)
- Fiskavøruídnaður (4)
- Fiskiskapur (0)
- Flutningur (0)
- Flutningur sjóvegis (0)
- Fyrisiting og tænastur (14)
- Gistihús og matstovur (12)
- Handil og umvæling (10)
- Heilsu- og almannaverk (50)
- Kunningartøkni (2)
- Skipasmiður og smiður (1)
- Undirvísing (2)
- Vinnuligar tænastur (14)
Fysioterapeut til FysioFøroyar
FysioFøroyar søkir eftir fysioterapeuti at byrja skjótast til ber eftir 26. apríl 2021.
Talan er um eitt 1/1 tíðar starv. Arbeiðstíðirnar tosa vit nærri um, men tað verður helst í vanligari arbeiðstíð, men tað er ein fyrimunur at kunna vera eitt sindur fleksibul.
Tað fyrstu tíðina kemur tú fyri tað mesta at arbeiða í hølum okkara á Havnar Fysioterapi og við tíðini skal tú rokna við eisini at arbeiða í okkara hølum í Vælveru Fitness.
Starvið snýr seg m.a. um fysioterapiskar kanningar- og viðgerðir og liðvenjingar. Í samband við liðvenjingar skal tú vera við til at byggja nøkur hold upp í góðu venjingarumstøðunum vit hava í Vælveru Fitness.
Tú verður ein partur av einum fysioterapeuttoymið, sum við tær telur 8 fysioterapeutar og eitt móttøkufólk.
Tú kemur at arbeiða sum sjálvstøðugt vinnurekandi á viðgerðarstovum okkara eftir innanhýsis avtalu okkara millum.
FysioFøroyar hevur klinikkir í Tórshavn, Miðvági, Norðskála og á Sandi.
Krøv til umsøkjaran
- Hevur prógv og góðkenning sum fysioterapeutur
- Hevur áhugað í at arbeiða sjálvstøðugt á viðgerðarstovi í tøttum samstarvi við okkum.
- Er fyrikomandi og blíð/ur av lyndi
- Hevur góð samskiftis- og samskipanarevni
- Er røkin
- Hevur áhuga í at fakligari menning í samstarvi við okkum
Vit kunnu bjóða
- Innleiðslu
- Góðar arbeiðsumstøður
- Góðar starvsfelagar
- Hugnaligar løtur saman
- Fakliga menning
- Spennandi avbjóðingar
Nærri fæst at vita um starvið við at senda teldupost til fysioterapi@fysioterapi.fo ella ringja til Klæmint Isaksen á tlf. 219657 / Hjørleif Niclasen 218807.
Umsøknina saman við viðkomandi skjølum sendur tú til Havnar Fysioterapi, Boks 232, FO-110 Tórshavn ella umvegis teldupostin fysioterapi@fysioterapi.fo
Umsøknarfreistin er fríggjadagin 23. apríl kl. 12.00.