Sjálvgreiðslan
Skriva út
Mentamálaráðið
Lagt út: 06.05.20
Umsóknarfreist: 25.05.20

Fyrstilærari í Skopunar skúla

Uttanríkis- og mentamálaráðið sóknast eftir dugnaligum leiðara, ið hevur áhuga fyri námsfrøðiligari og fakligari menning og hegni at átaka sær leiðslustarv í fólkaskúlanum

Starvið sum fyrstilærari í Skopunar skúla verður lýst leyst til setanar frá 1. august 2020. Í Skopunar skúla eru 27 næmingar í 1. - 5. árgangi innskrivaðir næsta skúlaár. Tveir lærarar, umframt fyrstalæraran starvast í skúlanum.

Um starvið
Fyrstilærarin hevur fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna og ábyrgd av virksemi skúlans og fíggjarstýringini. Høvuðsuppgávurnar eru:
• at standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning
• at fremja eina mennandi starvsfólkaleiðslu og virka fyri, at starvsfólk skúlans hava umstøður fyri fakligari menning
• at virka fyri trivnaði og góðum samstarvi við atliti at næmingum og starvsfólki skúlans
• at skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri ávirkan og samábyrgd
• at fremja gott samstarv millum skúla og heim og eggja næmingum og foreldrum at fáa sum mest burtur úr skúlagongdini bæði fakliga og sosialt.

Førleikakrøv
• Umsøkjarar skulu hava útbúgving sum fólkaskúlalærarar og starvsroyndir í fólkaskúlanum
• Tað er ein fyrimunur at hava leiðsluroyndir og skeið ella útbúgving innan leiðslu
• Harumframt skulu umsøkjarar hava áhuga fyri avbjóðingum og førleika at taka neyðugar avgerðir

Setanarviðurskifti

Setanarøkið er undir Uttanríkis- og mentamálaráðnum við fyribils tænastu í Skopunar skúla. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum. Starvið er flokkað í lønarflokkunum 31.2 og 31.3 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir
Umsókn saman við avriti av læraraprógvi, C.V. og møguligum viðmælum skal verða Uttanríkis- og mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi 25. mai 2020.

Umsóknin verður stílað til:
Uttanríkis- og mentamálaráðið
Tinghúsvegur 5-7
Postrúm 3279, 110 Tórshavn
ella við t-posti: ummr@ummr.fo

Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja ella skriva til Jenny Lydersen, undirvísingarleiðara, tlf. 555044, t-postur: jenny@ummr.fo.

Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál, gransking og uttanríkismál. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum og frítíðarvirksemi.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.