Sjálvgreiðslan
Skriva út
Nemlia
Lagt út: 29.04.21
Umsóknarfreist: 15.05.21

Front-end Mennari til @Nemlia

Nemlia er eitt B2B virki, ið veitir heilsutøkni til eldraøkið .

Við okkara loysnum skapa vit betur samband og samskifti millum tey eldru og teirra avvarðandi og/ella heilsustarvsfólk, og eru soleiðis við til at tryggja eldri borgarum, ið búgva einsamøll ella á bústovni, betri lívsgóðsku

Okkara skipan knýtir tænastur, varnarar og onnur tól saman, so at heilsurøktarar kunnu veita eina betur beinleiðis tænastu til eldri borgarar. Skipanin kann nýtast á bústovnum eins og hjá teimum, ið búgva heima. Nemlia gongur á odda í talgildu umleggingini á heilsu- og eldraøkinum til tess at veita teimum eldru hesa tænastu.

Til hetta arbeiðið tørvar okkum ein skikkaðan framstøðumennara (front end developer). Sum framstøðumennari fært tú ábyrgdina av at mynda okkara yvirlitsskíggja við nýtsluskipanum. Vit vænta, at tú ert før/ur fyri at skapa vælvirkandi og samvirknar nýtsluskipanir við støði í tørvinum hjá virki og kundum okkara.

Ert tú áhugað/ur í at skapa eitt brúkaravinarligt umhvørvi gjøgnum forritan, samstundis sum tú kanst ganga fram á yrkisleið tíni, so er hetta starvið nakað fyri teg. Vit vænta, at tú hevur gott tak á tí tøkniliga, at tú ert áhugað/ur í nýggjari talgildari tøkni, og at tú ert fús/ur at sameina tað, ið er lætt at brúka við tað, ið er vakurt á at líta. Samanumtikið skalt tú duga at skapa eitt vælvirkandi og hugtakandi talgilt umhvørvi fyri virki okkara, ið tryggjar brúkaranum eina frálíka uppliving.

Ábyrgdarøki:
- Gera brúkaravinarligar heimasíður
- Røkja og betra nýtsluskipanir
- Sniðgeva nýtsluskipanir til fartelefonir
- Samstarva við bakstøðumennarar og UX-toymi fyri at menna brúkbærið
- Savna aftursvar frá og menna loysnir til heilsurøktarfólk og eldri borgarar
- Skriva virkistreytarskjøl (FRD) og vegleiðingar
- Gera dygdar eftirlíkingar og frumsnið
- Hjálpa bakstøðumennarum við forritan og umvæling
- Tryggja eitt hágóðsku grafiskt støði og reglusemi í vørumerkinum
- Fylgja við komandi tøkni

Førleikakrøv:
- BSc útbúgving innan teldufrøði ella annað viðkomandi fak
- Skjalfestar starvsroyndir sum framstøðumennari
- Verkligar royndir við markup languages
- Royndir við JavaScript, Nodejs, React, GraphQL, Typescript og CSS
- Innlit í kagaroyndarkoyring og kembing
- Neyvt skil fyri allari netmenningargongdini (sniðgávu, menning og nýtslu)
- Skil fyri uppsetingarestetikki
- Kunnleika um SEO meginreglur
- Førleika at skapa góð úrslit í einum skjóttgangandi umhvørvi
- Framúr evni at greina og greiða fleiri uppgávur í senn Nemlia hevur skrivstovu í Tórshavn.

Talan er um eitt altjóða starv, og tú kanst arbeiða heimanífrá ella í Tórshavn.

Vit eru eitt ungt og ágrýtið toymi, sum brennur fyri síni søk, nevniliga at veita eldri borgarum betri lívsgóðsku.

Um tú vilt gerast partur av loysnini til eina av størstu avbjóðingunum fyri samfelagið í dag
– tí fólkafrøðiligu broytingini
– so kom við í okkara toymi!

Vit gleða okkum at hoyra frá tær. nemlia@nemlia.com Nemlia

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna