Sjálvgreiðslan
Skriva út
Familjufyrisitingin
Lagt út: 01.05.20
Umsóknarfreist: 01.06.20

Fastur verji til Familjufyrisitingina

Nýggj verjumálslóg varð sett í gildi hin 1. mai 2010. Samstundis varð skipan við føstum verjum sett í verk. Familjufyrisitingin tilnevnir fastan verja fyri persón, ið er undir verjumáli, um tað ikki ber til at finna annan verja, ið hevur neyðugu førleikarnar, ella um ósemja er millum avvarðandi um, hvør skal verða verji.

Verjumál verður sett í verk, tá ið ein persónur hevur tørv á hesum, og ikki sjálvur er førur fyri at taka avgerðir.

Familjufyrisitingin søkir eftir einum persóni, ið vil átaka sær uppgávuna sum fastur verji hjá Familjufyrisitingini.

Í løtuni hevur Familjufyrisitingin bert ein fastan verja.

Fasti verjin tekur avgerðir í fíggjarligum og/ella persónligum viðurskiftum vegna persón, ið er undir verjumáli. Sum fastur verji skalt tú røkja áhugamálini hjá viðkomandi, ið er undir verjumáli. Uppgávurnar kunnu m.a. fevna um umsiting av ogn og inntøku, íroknað at rinda rokningar, keypa klæðir o.a. Uppgávan kann eisini fevna um at taka avgerðir vegna persónin, ið er undir verjumáli, m.a. í sambandi við flyting á ellis-/røktarheim.

Eru leypandi inntøkur og útreiðslur fevndar av verjumálinum, skal verjin á hvørjum ári lata Familjufyrisitingini inntøkuroknskap.

Sum fastur verji mást tú hava hug og evni at røkja áhugamálini hjá persóni, ið er undir verjumáli. Advokatar, grannskoðarar og onnur við hóskandi útbúgving kunnu røkja uppgávuna. At røkja uppgávuna sum fastur verji er hjástarv. Persónur, ið er 70 ár ella eldri, kann ikki setast sum fastur verji.

Setanin sum fastur verji er ikki tíðaravmarkað. Familjufyrisitingini kann tó í einstaka førinum avgera annað. Familjufyrisitingin kann eisini avgera at lýsa eftir føstum verja av nýggjum eftir fimm árum.

Fasti verjin kann krevja samsýning fyri at røkja uppgávuna sum verji. Samsýningin verður vanliga rindað av tí persóni, ið er undir verjumáli. Víst verður í hesum sambandi til bekendtgørelse nr. 454 af 28. april 2010 for Færøerne om behandling af værgemåls- og værgesager samt om faste værger og værgers vederlag m.v. (sagsbehandlingsbekendtgørelsen).

Umsóknir við prógvi, CV og møguligum avritum av øðrum skjølum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 1. juni 2020, kl. 12.00  

Umsókn skal sendast til:
Familjufyrisitingin
undir Bryggjubakka 27
FO-100 Tórshavn

ella við telduposti til famf@famf.fo

Meira kunning fæst við at venda sær til Súsonnu Nordendal, fulltrúa, á telefon 20 22 24 (ml. kl. 10.00-12.00 og 12.30-14.00) ella við telduposti famf@famf.fo.

Les meira um Familjufyrisitingina á www.famf.fo

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.