Sjálvgreiðslan
Skriva út
Almannaverkið
Lagt út: 26.04.21
Umsóknarfreist: 10.05.21

Farloyvisstarv sum leiðari til Eind 4 í Trivnaðardeplinum í Tórshavn

Arbeiðsøkið
Arbeiðsøkið er ein ein bú- og viðgerðarstovnur, har ung fólk millum 14 og 23 ár við psykiatriskum avbjóðingum búgva.

Starvið
Talan er um farloyvisstarv og er tíðaravmarkað frá 01. august 2021 til 30. apríl 2022.

Arbeiðsuppgávur
Leiðarin skal, saman við eindarleiðaranum, mynda eindina, leiða og ganga á odda fyri at tryggja bæði trivnað og fakliga menning. Í gerandisdegnum merkir tað, at borgararnir fáa eina námsfrøðiliga og heilsufakliga tænastu á høgum støði, samstundis sum starvsfólki fær eitt spennandi og áhugavert arbeiðspláss.

Leiðarin skal, saman við eindarleiðaranum leiða partar av virkseminum.Tað er umráðandi at leggja dent á gott samskifti við borgarar, avvarðandi, starvsfólk, leiðslu og aðrar myndugleikar. Eitt samskifti bygt á javnvirði og gjøgnumskygni.

Leiðarin kemur at hava fakligu, fíggjarligu og starvsfólkaligu ábyrgdina innan fyri sítt arbeiðsøkið.

Harumframt skal leiðarin tryggja, at arbeiðið verður skipað soleiðis, at eindin støðugt lagar seg til tørvin hjá borgarunum og til  broytingar í treytunum hjá Almannaverkinum.

Førleikar
Tann sum verður settur, skal hava viðkomandi útbúgving og eftirútbúgving.

Tað kann vera ein fyrimunur, um umsøkjari hevur royndir innan psykiatri.

Væntanir til umsøkjara
Vit vænta at tú hevur kunnleika til og kennir týdningin av at veita eina góða tænastu til borgaran. At tú kann virka innovativt, hevur vilja og evni at samskifta og samstarva við avvarðandi, starvsfólk og leiðslu og hevur fíggjarligar førleikar. Harumframt verður væntað at tú dugir at orða teg í skrift og talu og hevur kt-førleika.

Setanarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið, við tænastu í løtuni í eind 4 í Trivnaðardeplinum. Tey, ið verða sett mugu tola broytingar og umskipanir í starvinum.

Starvið verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið, og verður lønt í 33. lønarflokki í lønartalvuni fyri Tænastumannafelag landsins.

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á tann grøna knøttin “Søk starvið”.

Freist
Umsóknir skulu vera  Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 10.05.2021 kl.23.00.

Nærri upplýsingar um starvi fæst við at venda sær til Biritu Clementsen, eindarleiðara, á telefon 297453.

Í Almannaverkinum starvast umleið 1000 starvsfólk úr 15 ymiskum starvsbólkum. Vit eru um alt landið í fleiri enn 75 bygningum. Í Almannaverkinum vilja vit gera mun við at veita bestu og mest framkomnu sosialu tænastur. Allar tænasturnar hjá Almannaverkinum byggja tí á menniskja í síni heild. Fyri at møta borgarum, har teir eru og at veita eitt sakligt og fakligt tilboð, er neyðugt við umfatandi førleikum. Breiða fakliga umhvørvið og fjølbroyttu avbjóðingarnar í Almannaverkinum tryggja, at starvsfólk áhaldandi kunnu fylgja sínum dreymum. Tey kunnu finna nýggjar avbjóðingar og mennast víðari í ymsu virkisøkjunum. At arbeiða í Almannaverkinum snýr seg um menniskju – borgarar, avvarðandi og starvsfólk. Við ynskinum um at gera mun, kann yrkisleiðin setast saman upp á nærum óteljandi mátar.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna