Sjálvgreiðslan
Skriva út
Landssjúkrahúsið
Lagt út: 18.05.20
Umsóknarfreist: 27.05.20

Farloyvisstarv í Barna- og ungdómspsykiatriska toyminum

Søkt verður eftir einum starvsfólki við heilsufakligari- ella námsfrøðiligari bakgrund til farloyvisstarv í Barna- og ungdómspsykiatriska toyminum til setan 1. Juli 2020 til 31.Juli 2021. Talan er um starv á 0.8 brøki.

Barna- og ungdómspsykiatriska toymið er ein ambulant eind á Psykiatriska Deplinum, sum arbeiðir við útgreining og viðgerð av børnum og ungum upp til 18 ár. Eindin fevnir eisini um eina dagdeild, har vit veita útgreining og viðgerð til børn og foreldur í dagtímunum. 19 starvsfólk eru knýtt at eindini, sum er samansett av serlæknum í barna- og ungdómspsykiatri, sálarfrøðingum, sjúkrarøktarfrøðingum, námsfrøðingi, ergoterapeuti, lækna og skrivara. Vit leggja dent á at veita eina góða tænastu til tær familjur, sum vit hava samband við, og at gera útgreiningar við nærlagni og í tøttum samstarvi við familjurnar. Psykiatriski depilin arbeiðir við eini samskapandi psykiatri, har vit stremba eftir at leggja virksemið til rættis við hugtøkunum "recovery og rehabilitering" í huga.

Arbeiðsøkið umfatar í høvuðsheitum at luttaka í útgreiningar uppgávum, uppfylging, umframt ráðgeving av teimum, sum eru um børnini og tey ungu. Starvið umfatar nógv samstarv við foreldur, umframt innanhýsis og uttanhýsis samstarv. Samskipan av hesum samstarvi er sostatt ein týdningarmikil partur av arbeiðnum. Umframt at miðla vitan og ráðgeva einstøku familjunum, verður væntað, at starvsfólkið eisini luttekur í bólkaundirvísing av børnum, foreldrum og fakfólki. Starvsfólkið kann eisini vænta at røkja uppgávur á dagdeilini. Arbeiðsuppgávurnar á dagdeildini umfata at veita viðgerð, ráðgeving, gera eygleiðingar og at vera virkin partur av miljøterapeutiska arbeiðnum. Virksemið fer fram í tøttum samstarvi við foreldur og onnur avvarðandi, ið eru ein aktivur partur av viðgerðini.

Arbeiðstíðin er í høvuðsheitum frá kl. 8-16, men talan kann í summum førum vera um seinni vaktir, tvs. til kl. 20.00, um tann setti kemur at røkja uppgávur á dagdeildini.

Førleikakrøv:

  • Viðkomandi útbúgving
  • Royndir við miljøterapeutiskum arbeiði innan psykiatri og/ella við børnum og ungum.

Vit ynskja umsøkjara:

  • Við hegni at arbeiða sjálvstøðugt, og at samstarva interprofessjonelt.
  • Við góðúm skipanarevnum, góðum yvirliti, og førleika til sjálvstøðugt at leggja arbeiðsuppgávur til rættis.
  • Við førleikum at miðla vitan, bæði skrivliga og munnliga, til einstaklingar og bólkar.
  • Sum er fyrikomandi og álitisvekjandi.
  • Við jaligum sinni og ágrýtni í mun til arbeiðsuppgávurnar.
  • Við smidleika og arbeiðssemi.

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi arbeiðsøki í støðugari menning
  • Eitt arbeiðsumhvørvi við denti á yrkisføri og menning
  • Tætt samstarv við starvsfelagar í einum vælvirkandi tvørfakligum toymi
  • Góðar møguleikar fyri førleikamenning umvegis undirvísing, supervisjón og tvørfakligum konferansum

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Onnu Elisabeth Iversen, leiðara í Barna- og ungdómspsykiatriska toyminum, tlf. 304500 ella á lsanniv@ls.fo, ella Rebekku G. Perlick, yvirlækna rebekka.perlick@ls.fo

Umsóknarfreistin er 27.05.2020

Vinaliga søk starvið her.

Á heimasíðuni www.ls.fo sæst meira um visjón, missión og strategimál hjá Landssjúkrahúsinum undir teiginum "Leys størv".

Upprunaprógv fyri útbúgving, autorisatión og viðmælir skula havast við til møguliga samrøðu.

Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar, og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA-skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visión, missión og strategimál undir leinkinum "Leys størv."

Vinarliga søk starvið umvegis leinkjuna niðanfyri "søk starvið".

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.