Sjálvgreiðslan
Skriva út
Landssjúkrahúsið
Lagt út: 10.06.21
Umsóknarfreist: 24.06.21

Familjudepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingum til Børn & Ung somatik

Familjudepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingum til Børn & Ung somatik

Talan er um eitt fast starv í kvøld- og náttarvaktum í starvsbrøki 0,7 frá 1.september 2021 og tvey størv vegna barnsburðarfarloyvi í starvsbrøki 0,7 í blandaðum vaktum frá 1.september 2021 til 31.august 2022.


Familjudepilin varð settur á stovn 1.juni 2021 og flytur eftir ætlan yvir í nýggja H-bygningin um ársskiftið 2021/2022. Depilin er skipaður í trý klinisk fokusøkir undir leiðslu av hvør sínum funktiónsleiðara og serlækna. Økini eru barnakonueindin, barna- og ungdómssomatik og barna- og ungdómspsykiatri.


Eindin veitir viðgerð og røkt til børn og ung í aldrinum 0 til 18 ár, og dagliga koma hesi til kanningar og nærri útgreinan. Hetta verður alt gjørt í tøttum tvørfakligum samstarvi við fakbólkarnar, ið eru knýttir at eindini. Tikið verður móti børnum úr øllum landinum og innan allar sergreinar, og eindin samstarvar eisini við onnur sjúkrahús og stovnar, heima og uttanlands. Eindin hevur regluliga vitjan av konsulentum innan barnaneurologi, barnaortopedi og barnakardiologi og er útbúgvingarstaður innan fleiri serøki. Nógv ambulant virksemi fer fram í dagtímunum


Á eindini starvast sjúkrarøktarfrøðingar, skrivarar, námsfrøðingur og reingerðarfólk. Fýra barnalæknar eru knýttir at eindini, og ein útbúgvingarlækni, kostráðgevi, fysioterapeutur og ergoterapeutur eru somuleiðis javnan knýtt at tvørfakliga toyminum á eindini. 

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

  • At útinna pædiatriska sjúkrarøkt og viðgerð og samskipa sjúklingagongdirnar hóskandi til tann einstaka sjúklingin.
  • At leiða, útinna, miðla og menna pædiatrisku sjúkrarøktina m.a. við at vera aktivt luttakandi í mun at leita fram nýggjastu vitan.
  • At virka fyri, at barn og foreldur, uttan mun til sjúkuavgerð, koma væl gjøgnum uppihaldið á eindini.

Vit bjóða    

  • Eitt spennandi, ábyrgdarfult og fjølbroytt arbeiði við nógvum fakligum og persónligum avbjóðingum.
  • Starvsfelagar við hollum royndum innan pediatriska økið.
  • Eitt gott tvørfakligt arbeiðsumhvørvi, har tú hevur ávirkan.
  • Innleiðslu, upplæring og regluliga undirvísing.
  • Ein mennandi starvsstað við nógvum framtíðaravbjóðingum.

Dentur verður lagdur á

  • Serligan áhuga at arbeiða við børnum á sjúkrahúsi.
  • Góð evni og vilja at samstarva við børn og foreldur teirra.
  • At vera ein góður starvsfelagi.
  • At samstarva konstruktivt við starvsfólk og aðrar stovnar, ið deildin javnan samstarvar við.
  • At vera opin, tolin, uppsøkjandi og hava hug til fakliga menning og avbjóðingar.
  • Royndir innan pædiatriska økið kann hava fyrimun.

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til deildarleiðaran Rúnu Wardum á tlf. 211803 ella runwa@ls.fo

Umsóknarfreistin er 24. juni 2021 og samrøður kunnu vantast at verða í viku 26.

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skula havast við til møguliga samrøðu.

Um viðkomandi, sum settur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar seinastu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni "Leys størv".

Søk starvið her 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna