Sjálvgreiðslan
Skriva út
Landssjúkrahúsið
Lagt út: 28.04.20
Umsóknarfreist: 28.05.20

Ert tú okkara nýggi starvsfelagi til farloyvisstarv á ADHD klinikkini á Psykiatriska deplinum?

Ert tú okkara nýggi starvsfelagi til farloyvisstarv á ADHD klinikkini á Psykiatriska deplinum?

Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi til ADHD klinikkina á Ambulantu eindini fyri vaksin. Starvið er farloyvisstarv á brøki 0,8 til setan frá 1.septembur 2020 til 30. juni 2021.

Arbeiðsøkið hjá sjúkrarøktarfrøðinginum innan hesa uppgávu inniber kanningar og eftirviðgerð, samskipan, umframt undirvísing og ráðgeving av avvarandi og øðrum myndugleikum. Sjúkrarøktarfrøðingurin skal eisini miðla vitan bæði á Psykiatriska Deplinum og til aðrar samstarvsfelagar.

Arbeitt verður í løtuni við at skipað alla ambulantu vaksinpsykiatriina sum eina eind og kann hetta koma at merkja broytingar í arbeiðsuppgávuni innan ADHD klinikkina.

Vaksin ambulant psykiatri er eitt tvørfakligt og interprofessionelt toymi, sum er eyðmerkt av samstarvi bæði innanhýsis og tvørgeiraligt. Toymið arbeiðir áhaldandi við betran av okkara tænastu til einstaka borgan, og betranararbeiðið í Sjúkrahúsverkinum verður gjørt eftir háttalagnum Quality Improvement.

Visjónin hjá Landssjúkrahúsinum er, at veita sjúklinginum eina góða heilsutænastu á høgum fakligum støði, at gagnnýta tilfeingið væl og at vit skulu menna starvsfólkini til hesa uppgávuna.

Á deplinum arbeiða vit útfrá visjónini um ”Samskapað psykiatri”, har rehabilitering og recovery eru týdningarmikil í tilgongdini til einstaka borgaran. Framtíðarpsykiatriin inniber m.a. at viðgerðin fyrigongur ambulant og úti í nærumhvørvinum hjá borgarinum, og at innleggingarnar tískil verða væl styttri á innleggingar eindunum.

Ljóðar hetta sum nakað tú hevði ynskt at verið partur av?

Hevur tú útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur, fakligan áhuga innan hetta økið og góð samstarvsevnir, ja so er tað kanska tær vit leita eftir. Send okkum tína umsókn, so hoyrast vit.

 

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Birgit Andersen, leiðara, tlf. 234557 e-post birgit.andersen@ls.fo ella Eydnu I Lindenskov depilsleiðslu eydna.lindenskov@ls.fo

Umsóknarfreistin er 28. mai 2020

Søk starvið her

Upprunaprógv fyri útbúgving, autorisatión og viðmælir skula havast við til samrøðu.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú síggja okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”um stovnin”

 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01
Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.