Sjálvgreiðslan
Skriva út
Norðoya Bú- og Heimatænasta
Lagt út: 08.01.20
Umsóknarfreist: 29.01.20

Ergoterapeutur til Ergo- og fysioterapieindina, Ven og Virka

Vit sóknast eftir
Ergoterapeuti til Ergo- og fysioterapieindina, Ven og Virka.

Talan er um fast starv á starvsbrøki 0,7 ella eftir avtalu, frá 1. februar 2020 ella skjótast til ber eftir hetta.

Ábyrgdarøkið hjá tær verður at virka í einum tvørfakligum toymi, hvørs uppgáva er:

  • At kanna, greina og meta um virkisførleikar og í mun til hetta at seta átøk í verk til eldri borgarar
  • At stuðla undir, at eldri borgarar varðveita, menna ella endurvinna sínar virkisførleikar
  • At vera við í visitering
  • At vera partur av rehabiliteringstoyminum
  • At hava ábyrgd av hjálpartólum
  • At undirvísa og ráðgeva starvsfólkum, borgarum og avvarðandi

Arbeiðið hjá ergoterapeutunum fer fram í ergo- og fysioterapeuteindini Ven og Virka, heima hjá borgarum í Norðoyggjum og á búeindunum í NBH.

Førleikakrøv og karmar
Til starvið krevst útbúgving og autorisatión sum ergoterapeutur.

Vit kunnu bjóða tær eitt framtakshugað og spennandi arbeiðspláss, sum í einum tvørfakligum samstarvi leggur dent á at stuðla eldri borgarum í at búleikast heima sum longst og at megna sín gerandisdag út frá ynskjum og tørvum hins einstaka.

Ven og Virka hevur góðar karmar og fjølbroyttar fakligar avbjóðingar, har tú fært møguleika at seta tín dám á og vera partur av støðugu menningini av tilboðum og tænastum.

Vit vænta tí, at tú hevur góð evni at samskifta, evni til sjálvstøðugt at samskipa arbeiðið, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi. At tú ert fleksibul og virkisfús/ur í mun til at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur og til famhaldandi at menna eina dygdargóða tænastu.

Virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum er soljóðandi:

  • NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
  • NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
  • Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum FMR/KAF og Ergoterapeutfelagið.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Hedevig Matras, deildarleiðara, á tlf. 793460 ella við telduposti til hedevigm@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi, mikudagin 29. januar 2020.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.