Sjálvgreiðslan
Skriva út
Barnagarðurin á Mýrunum
Lagt út: 09.07.21
Umsóknarfreist: 15.08.21

Er tað tær vit leita eftir?

Søkt verður eftir námsfrøðingi til serstovuna Miðstovu í Barnagarðinum í Mýrunum í Runavík at byrja eftir summarsteðgin ella eftir nærri avtalu. Starvi er á 30-40 tíma viku. Lesandi, ið væntandi verða liðug við lesnaðin skjótt, eru vælkomin at søkja starv.

Serstovan Miðstova er normerað til 6 børn og 4 fulltíðarstørv. Arbeitt verður eftir sernámsfrøðiligum leisti, og gerandisdagurin er eftir hvørji børn eru á stovuni. Miðstova, sum heldur til á dagstovninum Barnagarðinum á Mýrunum, liggur í eini náttúruperlu, beint við Toftavatn, og hesa perlu nýta vit hvønn gerandisdag í arbeiðnum. Serstovan samstarvar inkluderandi við tvær barnagarðsstovur, eina útibarnagarðstovu og tvær vøggustovur á staðnum.

Førleikakrøv

  • Vit sóknast eftir starvsfólki, ið hevur útbúgving innan námsfrøði.
  • Er opin fyri bæði refleksión og sjálvrefleksión í gerandisdegnum.
  • Í tøttum samstarvi við bæði starvsfelagar og foreldur, kann skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan dag fyri einstaka barnið.

Vit bjóða

  • Góðar arbeiðsumstøður og eitt arbeiðsumhvørvi, har tú kann seta tín dám á gerandisdagin.
  • Eitt spennandi og mennandi starv við nógvum avbjóðingum og tvørfakligum samstarvi.
  • Ein stovn, ið umframt rørsluligar kanningar, málrættað arbeiðir eftir teimum 6 grundarsteinunum, TÍTT, DPU og menningarætlan.
  • Ein gerandisdag við hugleiðingum um barnsins menning í tøttum samstarvi við hinar stovurnar.

Persónligir eginleikar

  • Hevur áhuga fyri relatiónsarbeiði og øðrvísi samskifti.
  • Evni at eggja og vera málsøkin, og saman við starvsfelagum viðvirkar til at skapa eitt fakligt og skipað umhvørvi á stovuni í gerandisdegnum.
  • Fyrikomandi, arbeiðsamur, røkin og skipaður.
  • Dámar væl at nýta náttúruna, sum eitt menningaramboð.
  • Tolir broytingar, ið kunnu koma fyri á stovninum.

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Pedagogfelag Føroya og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Starvið er flokkað á stig 11-22. Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til Oslu Olsen, leiðara á tlf. 237880.

Um ongin námsfrøðingur søkir, kann annað hóskandi starvsfólk setast í tíðaravmarkað starv.

Søk starvið á www.runavik.fo undir leys størv. Leinkja: https://app.jobmatchprofile.com/uasteg

Umsóknarfreistin er sunnudagin 15. august 2021.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna