Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 29.06.20
Umsóknarfreist: 12.07.20

Endurlýsing – toymisleiðari til Barnaverndartænastuna

Søkt verður eftir toymisleiðara til barnaverndartænastuna at byrja miðjan august 2020.

Um Barnaverndartænastuna:
Sosiala deild í Tórshavnar kommunu er deild í trivnaðarfyrisitingini og fevnir í høvuðsheitum um barnaverndartænastuna, ið er skipað í tveimum fakligum toymum. Í sosialráðgevingini eru 12 ráðgevarar, og í námsfrøðiligu familjuráðgevingini eru 5 ráðgevarar. Haraftrat eru tveir sálarfrøðingar og tvey fyrisitingarlig starvsfólk.

Sum toymisleiðari skalt tú, saman við deildarleiðaranum, seta mið og mál fyri virksemið hjá sosialráðgevingini, og tit skulu í tøttum samstarvi við fakliga samskiparan fyri námsfrøðiligu familjuráðgevingini tryggja og menna fakliga og fyrisitingarliga dygd í tænastuni, harundir felags metingarstøði.

Sum toymisleiðari skalt tú:
• virka fyri dygd í málsviðgerðini í sosialráðgevingini
• veita sosialráðgevunum fakliga og løgfrøðiliga sparring og ráðgeving viðvíkjandi barnaverndarlógini, fyrisitingarlógini v.m.
• raðfesta mál og uppgávur, harundir at skipa eitt rímiligt arbeiðsbýti millum sosialráðgevararnar
• tryggja, at neyðugar mannagongdir verða gjørdar og dagførdar, og at nýggj faklig vitan verður sett í verk
• virka fyri, at lógir, reglur og tíðarfreistir verða hildnar, hetta bæði viðvíkjandi barnaverndarlógini og fyrisitingarlógini
• saman við SSP-samskipanini o.ø. støðugt styrkja arbeiðið við fyribyrging
• saman við deildarleiðaranum leggja ætlan fyri førleikamenning v.m.
• leggja dent á skynsama nýtslu av fíggjarliga tilfeinginum
• virka sum skrivari á fundum í barnaverdarnevndini

Fakligir førleikar:
Tú ert útbúgvin sum sosialráðgevi og hevur drúgvar royndir innan barnavernd, gjarna eisini við viðkomandi eftirútbúgving.

• Tú hevur góðar leiðslueginleikar
• Tú hevur góð samskiftis- og samstarvsevnir
• Tú evnar sjálvstøðugt at arbeiða við menningar- og rakstraruppgávum
• Tú dugir væl at raðfesta og samskipa, og megnar at arbeiða undir trýsti
• Tú hevur ein greiðan sosialfakligan samleika, og kanst arbeiða úrslitasøkið
og miðvíst fyri at styrkja uppgávuloysnina í sosialráðgevingini

Starvs- og setanartreytir:
Sum toymisleiðari vísir tú til sosialdeildarleiðaran. Talan er um fulltíðarstarv.
Starvið er lønt sum Deildarleiðari 2 sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið. Hetta svarar til Deildarleiðari 3 í sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.”

Umsóknir:
Umsókn við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu sendast Tórshavnar kommunu um torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi mánadagin 12. juli 2020 og merkjast „Toymisleiðari til barnaverndartænastuna“.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jancy Biskopstø Klein, sosialdeildarleiðara, tel. 302010.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.