Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 15.07.21
Umsóknarfreist: 06.08.21

Endurlýsing – Námsfrøðingur til Dagstovnin á Argjum

Dagstovninum á Argjum sóknast vit eftir einum námsfrøðingi, sum vil vera partur av okkara roynda toymi.

Dagstovnurin á Argjum er ein vælrikin stovnur við royndum námsfrøðingum og hjálparfólkum. Meginparturin av starvsfólkunum hava starvast á stovninum í mong ár.

Stovnurin hevur tvær vøggustovur og fýra barnagarðsstovur, har tann eina stovan er ætlað teimum 6-7 ára gomlu børnunum.

Stovnurin liggur í náttúruvøkrum umhvørvi, sum vit brúka nógv, og bussambandið er gott. Vit síggja tað sum eina styrki fyri trivnaðin og fakligu dygdina á stovninum, at starvsfólk tora at undrast, seta spurningar, siga sína hugsan og kjakast um ymisk evni, sum hava bæði fakligan, menniskjansligan og samfelagsligan týdning.

Vit leggja millum annað dent á krop og rørslu, felags ábyrgd og opinleika og tolsemi.

Ljóðar hetta sum nakað fyri teg, kanst tú lesa meira um starvið her: https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-storv/endurlysing-namsfrodingur-til-dagstovnin-a-argjum/

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna