Sjálvgreiðslan
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 08.08.19
Umsóknarfreist: 22.08.19

ENDURLÝSING – námsfrøðingur til Býlingshúsið í Maritugøtu

Tórshavnar kommuna søkir vegna Býlingshúsið í Maritugøtu eftir einum námsfrøðingi til vøggustovu at arbeiða 25 tímar um vikuna. Møguleiki er fyri fleiri / færri tímar um vikuna.

Starvið er til setan í september 2019 ella eftir nærri avtalu.

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett sambært sáttmála við Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

VIT VÆNTA, AT:

  1. tú hevur hug at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan gerandisdag, við virðing fyri tí einstaka barninum og foreldrum  teirra
  2. tú hevur hug at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið
  3. tú vilt samstarva og arbeiða eftir okkara virðum og námsætlan
  4. tú tekur ábyrgd, kanst taka avgerðir og arbeiða sjálvstøðugt
  5. tú ert ágrýtin, tolin og nærverandi
  6. tú sært møguleikar, heldur enn forðingar
  7. tær dámar væl at vera úti og brúka rørslu og náttúruna sum námsfrøðiligt amboð
  8. tú ert luttakandi saman við børnunum

VIT BJÓÐA TÆR:

  • eitt týdningarmikið og fjølbroytt starv við nógvum avbjóðingum
  • eitt starv, sum tú hevur møguleika at seta tín dám á arbeiðið
  • eitt starv, har viðurkenning og relationsarbeiði hevur stóran týdning í okkara arbeiði fyri at skapa tryggleika, trivnað og  menning
  • at gerast partur av einum dugnaligum starvsfólkatoymi, har trivnaður og faklig menning er høgt raðfest

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvi, møguligum viðmælum og upplýsing um royndir, verður at senda til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi hósdagin 22. august 2019.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um okkum og starvið við at venda sær til Valborg H. Hammer, stovnsleiðara, telefon 302400 / 285330 ella at vitja heimasíðu okkara www.maritugota.fo

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.