Sjálvgreiðslan
Almannaverkið
Lagt út: 24.06.19
Umsóknarfreist: 24.07.19

Eitt starvsfólk til Sambýlið Eystan Heyg í Tórshavn

Sambýlið Eystan Heyg er í Eind 8 í Trivnaðardeplinum. Eystan Heyg er ikki eitt vanligt sambýli, men heldur at kalla ein býlingur. Talan er um 16 íbúðir, harav átta íbúðir eru bygdar saman við einum felagshúsi. Hinar átta íbúðirnar eru sjálvstøðugar.

Um starvið

Talan er um eitt farloyvisstarv á 40 tímar um vikuna at byrja 01.09.2019 ella skjótast gjørligt. Setanin er til 31.07.2020. Arbeitt verður í skiftandi vaktum, t.v.s. dag-, kvøld-, náttar- og vikuskiftisvaktum.

Førleikar

Søkt verður eftir fólki við heilsufakligari, sosialfakligari ella námsfrøðiligari útbúgving. Umsøkjarar við royndum innan økið kunnu hava fyrimun.

Arbeiðsuppgávur

Arbeiðið er sera fjølbroytt og fevnir m.a. um, at stimbra og menna praktiskar og sosialar førleikar hjá búfólkunum.

Arbeitt verður við at stimbra búfólkini til at verða virkin í dagligdegnum. Uppgávan er eisini geva ráð og vegleiðing í vanligum dagligum viðurskiftum, samstundis sum atlit verður tikið til, hvat búfólkini megna. Skipast skal fyri, at búfólkini fáa møguleika at leggja sítt gerandislív soleiðis til rættis, at tað er í samsvar við egnan tørv og normar.

Væntanir

Vit vænta, at tú hevur eina jaliga menniskjafatan og at tú fært borgaran at kenna seg virdan, hoyrdan og sæddan. Vit vænta at tú virðismetir ymisleikar hjá borgarum og ert fyrikomandi og hjálpsom/hjálpsamur. Vit vænta eisini, at tú við eldhuga stuðlar borgarunum í mun til at megna teirra avbjóðingar í gerandisdegnum. Tað hevur týdning, at tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt, hevur hug og hegni til at arbeiða í einum fleirfakligum umhvørvi, og sært týdningin av góðum samstarvi.

Væntað verður, at tú ert opin fyri nýhugsan og avbjóðingum, hevur góð samstarvsevnir og er fleksibul. Væntað verður, at tú hevur hug at luttaka á skeiðum/fundarvirksemi, ið mennir stovnin. Eisini vænta vit, at tú hevur áræði og kanst virka og trívast í einum arbeiðsdegi, ið einki kann sigast um frammanundan. Tú mást eisini vera sterkur til likams og sálar.

Um Eind 8

Trivnaðardepilin – Eind 8 er fyri fólk, sum hava sálarligar avbjóðingar, sum hava seinheilaskaða og fyri fólk sum hava demens. Meiri kunning um Eind 8 fæst við at trýsta her.

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Trivnaðardeplinum – Eind 8. Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.  Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag við samráðingarrætti fyri økið.

Umsókn

Tú søkir starvið við at klikka á tann grøna knøttin "Søk starvið".

Freist

Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 24.07.2019 kl 23.00.

Nærri upplýsingar um starvið, fáast við at venda sær til Elin Danielsen eindarleiðara tel. 297400 ella Elsebeth Sannu á Krákusteini leiðara tel. 297460.

_________________________________________________________________________________________________________________________

Í Almannaverkinum starvast umleið 1000 starvsfólk úr 15 ymiskum starvsbólkum. Vit eru um alt landið í fleiri enn 65 bygningum. Í Almannaverkinum vilja vit gera mun við at veita bestu og mest framkomnu sosialu tænastur. Allar tænasturnar hjá Almannaverkinum byggja tí á menniskja í síni heild. Fyri at møta borgarum har teir eru og at veita eitt sakligt og fakligt tilboð, er neyðugt við umfatandi førleikum. Breiða fakliga umhvørvið og fjølbroyttu avbjóðingarnar í Almannaverkinum tryggja, at starvsfólk áhaldandi kunnu fylgja sínum dreymum. Tey kunnu finna nýggjar avbjóðingar og mennast víðari í ymsu virkisøkjunum. At arbeiða í Almannaverkinum snýr seg um menniskju – borgarar, avvarðandi og starvsfólk. Við ynskinum um at gera mun, kann yrkisleiðin setast saman uppá nærum óteljandi mátar.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.