Sjálvgreiðslan
Skriva út
Commit
Lagt út: 23.06.20
Umsóknarfreist: 13.07.20

Eindarleiðari til Mørkina og útiøkið við Sundalagið á Streymoynni

Í VEKS ynskja vit, at borgarar hava førleikar at vera virknir heima sum longst. Tí leggja vit okkum eftir at veita borgaranum rætta tænastu, til rætta tíð, á røttum stað, við røttum førleikum. Er hetta eisini tín hugburður, so er tað kanska í VEKS tú skal vera eindarleiðari.
VEKS leitar eftir eindarleiðara til Mørkina og útiøkið Streymoy, sum við røktarfakligum førleikum, fyrisitingarligum innliti og góðum leiðsluhugburði hevur hug og áræði at gerast partur av leiðsluni í VEKS. Afturfyri bjóða vit eitt mennandi og meiningsfult starv í nýggjum starvssamleika, har tú hvønn dag gert mun og skapar úrslit.

Um starvið
VEKS ynskir at menna organisatiónina við at samskipa arbeiðsgongdir, so ymisku eindirnarverða knýttar tættari at hvørji aðrari. Hetta krevur eina leiðslu, sum megnar at samstarva ogsamskipa, og sum hevur evnini at samskifta við starvsfólk, búfólk, brúkarar og avvarðandi.Eindarleiðarin skal megna at seta greið og ítøkilig krøv til fakliga støðið í einumgerandisdegi, sum er merktur av at verða mennandi, fevnandi og meiningsfullur. Eindarleiðarin skal eisini tryggja, at virksemið í VEKS fylgir fyrisitingarligum mannagongdum og fakligum standardum, og at rættartrygdin hjá búfólki og brúkarum er nøktandi.

Førleikakrøv
Prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur eru krav. Kunnleiki til og áhugi fyri leiðslu og fyrisiting eru ein fyrimunur, eins og kunnleiki til viðkomandi lógir, faklig krøv og standardir á økinum. Tað er umráðandi at tú hevur áhuga at leiða og menna starvfólkini, megnar at skapa eitt lærandi umhvørvi og hevur evni og førleikar at flyta VEKS inn í framtíðar røktarfakligar og tøkniligar arbeiðshættir

Setanar- og lønarviðurskifti
Eindarleiðarin á Mørkini og útiøkið við Sundalagið á Streymoynni vísir til leiðaran í VEKS. Starvið er fulla tíð. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF/Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Starvið verður sett skjótast til ber.

Umsókn
Umsókn við prógvum, C.V. og viðkomandi skjølum skal sendast til:

Heimatænastan í VEKS
Bakkavegur 59
FO-350 Vestmanna
ella til teldupostadressuna: veks@veks.fo

Viðmerk: Eindarleiðari Mørkin og útiøkið við Sundalagið Umsóknin skal vera VEKS í hendi í seinasta lagi mánadagin hin 13 juli 2020 kl. 12.00.

Fleiri upplýsingar
Ynskir tú fleiri upplýsingar um VEKS, starvið og førleikarnar, ið krevjast, vísa vit til starvsog persónsprofilin á heimasíðuni www.veks.fo Tað ber eisini til at ringja til Niels A. Joensen, leiðara fyri VEKS á telefon nr. 260 552, ella skriva til teldupostadressu nielsj@veks.fo

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna