Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 24.07.20
Umsóknarfreist: 23.08.20

Dygdarmennari til dagstovnaøkið

Søkt verður eftir Dygdarmennara fulla tíð ella tveimum Dygdarmennarum niðursetta tíð, talan er um farloyvsstarv í eitt ár, at byrja 1. oktober 2020 ella eftir avtalu.

Tórshavnar kommuna raðfesti fyri góðum árið síðan virksemi, har dygdarmenning og góðskumeting á dagstovnaøkinum var skipað sum liður í at tryggja og menna námsfrøðiligu tænastuna.

Dygdarmennarin hevur ábyrgd av at arbeiða við dygdarmenning á dagstovnunum, ið virka eftir dagstovnalógini.

Starvsstaðið er á Barna- og ungdómsdeildini, men lutfalsliga stórur partur av arbeiðsuppgávunum eru úti á og saman við einstøku dagstovnunum.

Dygdarmenningararbeiðið byggir á eygleiðingar, ið verða gjørdar eftir serstøkum leisti og í samskifti við stovn og leiðslu.

Uppgávan er at greina, afturboða, kveikja og seta í gongd dygdarmenningarætlanir saman við dagstovnaleiðaranum á einstaka dagstovninum.

Dygdarmennarin skal somuleiðis fylgja við dygdarmenningararbeiðinum á stovninum og gera niðurstøður út frá hesum.

Dygdarmennarin skal gera felags greiningar og tørvslýsingar til dagstovnaøkið, sum kunnu verða neyðugar.

Arbeiðshátturin er lutvíst skipaður og skal útinnast í ítøkiligum og neyvum námsfrøðiligum samskifti og samstarvi.

DYGDARMENNARIN

  • hevur ábyrgd av innanhýsis menningargreiningum til hvønn einstakan dagstovn
  • savnar inn data, afturboðar úrskurð, ger tíðar- og menningarætlan umframt uppfylging
  • hevur ábygd at seta í verk menningartilgongdir og møgulig tvørgangandi menningartiltøk í samstarvi við Barna- og ungdómsdeildina
  • skal arbeiða í tøttum samstarvi við dagstovnaleiðarar og egna leiðslu og deild
  • skrivar frágreiðing og støðulýsingar til leiðsluna

FØRLEIKAKRØV
Vit ynskja, at tann, ið settur verður, hevur framúr gott hegni og royndir innan námsfrøðiligt virksemi, hevur gott ástøðiligt grundarlag at byggja eygleiðingar, afturboðanir, samskifti og lýsingar á.

Tann, ið settur verður í starvið, skal megna at miðla tað fakliga til ítøkilig átøk og tiltøk bæði í smálutum og størri yvirskipaðum lýsingum. Tí sóknast vit eftir einum starvsfólki við hollum námsfrøðiligum grundarlagi, ið bæði hevur vitan og persónligar dygdir til at leiða, kveikja og ganga undan við at menna arbeiðið í praksis.

Eisini skal tann, ið settur verður:

  • hava útbúgving sum námsfrøðingur og / ella innan námsfrøði
  • hava góð evni at eygleiða
  • hava góðar samstarvs- og samskiftisførleikar til at samskifta greitt bæði í skrift og talu
  • hava KT-førleika til vanligastu forritini
  • skal kunna greiða úr hondum størri skrivlig avrik
  • skal kunna tola broytingar

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið er eitt farloyvisstarv í eitt ár og verður sett frá 1. oktober 2020 ella eftir avtalu. Starvið verður lønt sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi sunnudagin 23. august 2020. Umsóknin verður send til torshavn@torshavn.fo undir frámerkinum „Dygdarmennari til dagstovnaøkið“.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Beintu Dalbø, deildarleiðara, telefon 302010 ella 302014.

---------------

Dagstovnaøkið er skipað undir Trivnaðarstjóranum í Tórshavnar kommunu og víðari undir leiðaranum á Barna- og ungdómsdeildini. Dygdarmennarin vísir til leiðaran á Barna- og ungdómsdeildini. Dagstovnaøkið er víðari skipað við 4 eindarleiðarum, 36 dagstovnaleiðarum við vøggustovu-, barnagarðs-, frítíðarskúla- og klubbvirksemi. Á dagstovnaøkinum arbeiða umleið 700 starvsfólk, og umleið 3.000 børn og ung eru knýtt at virkseminum undir Barna- og ungdómsdeildini.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna