Sjálvgreiðslan
Skriva út
Landssjúkrahúsið
Lagt út: 06.10.21
Umsóknarfreist: 20.10.21

Deildarleiðari til G4/A3/Dagskurð á Landssjúkrahúsinum

Deildarleiðari til G4/A3/Dagskurð á Landssjúkrahúsinum

Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum lýsir hervið eftir deildarleiðara til G4/A3/Dagskurð. Talan er um eitt fulltíðar starv til setan 01.11.2021 ella eftir nærri avtalu.

Deildin er ein kirurgisk seingjardeild. Vit veita røkt og viðgerð til sjúklingar innan ortopedi, maga/tarm kirurgi, urologi, gynekologi og eygna-, oyrna-, nasa- og hálssjúkum. Deildin hevur samanlagt pláss fyri 34 sjúklingum, við 23 plássum á G4 og 11 plássum á A3. Setanarøkið og tænastan er í løtuni á G4/A3 á Skurðdeplinum. Dagskurð er knýtt at deildunum.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

  • Fakliga menning av deildini
  • Leiða, miðla og menna sjúkrarøktina á deildini
  • Menna og styrkja tað tvørfakliga samstarvið við hinar fakbólkarnar í deplinum og uttanfyri depilin
  • Starvsfólkaleiðsla
  • Skipa fyri skynsamari nýtslu av tilfeingi
  • Skipa fyri dagføring av politikkum, leiðreglum og instruksum
  • Fyrireika deildarfundir
  • Tryggja og menna tað fakliga støðið hjá starvsfólkunum og lesandi
  • Tryggja at deildin virkar eftir virðisgrundarlagnum hjá Sjúkrahúsverkinum

Dentur verður lagdur á

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Góðar leiðsluførleikar
  • Elduhuga, aktiva og jaliga tilgongd til fakliga menning
  • Vilja og dirvi til at taka avgerðir
  • Evni at raðfesta og samskipa arbeiðið
  • Góð tvørfaklig samstarvsevni
  • Førleikar at undirvísa og miðla vitan skrivliga eins væl sum munnliga til starvsfelagar, sjúklingar, avvarðandi, lesandi og aðrar samstarvspartar
  • Royndir innan tey fakligu økini á deildini

 Vit bjóða

  • Felags innleiðslu og upplæring
  • Fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • Positivt tvørfakligt samstarv
  • Eitt dynamiskt og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi við nógvum avbjóðingum

Í løtuni verður arbeitt við framtíðar bygnaðinum á økinum, og tí vænta vit, at viðkomandi, ið settur verður, skal kunna tola broytingar í starvinum, bæði viðvíkjandi starvsinnihaldi og vavi.

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at seta seg í samband við Elin Vitalis, depilsleiðara, tlf. 234523, elivi@ls.fo

Umsóknarfreistin er tann 20.10.2021.

Vinarliga søk starvið her.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni ”Um okkum”. 

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.   

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna