Sjálvgreiðslan
Skriva út
Klaksvíkar Kommuna
Lagt út: 24.10.19
Umsóknarfreist: 01.12.19

Dagrøktari til tíðaravmarkað starv

Dagrøktarskipanin í Klaksvíkar Kommunu søkir eftir 1 dagrøktara at byrja 1. januar 2020. Talan er um tíðaravmarkað starv í fyribils 1 ár.

Vit ynskja, at tú
- hevur hug og hegni at arbeiða við børnum
- kann geva børninum ein tryggan og fjølbroyttan gerandisdag
- ert fyritakssom/ur og skapandi
- hevur virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum
- kann varðveita gott samskifti við foreldrini
- ert sinnað/ur at samstarva við starvsfelagar og onnur fakfólk

Í heiminum hjá dagrøktaranum má vera rúm til børnini at spæla í, umramt at økið uttanfyri hevur girðing. Eisini skal pláss vera fyri sovivognum og tvíburðastóli.

Vit kunnu bjóða eitt inspirerandi og lívsjáttandi starv við børnum.
Arbeiðstíðin er ímillum kl. 7.30 – 17.15.

Lønar- og setunarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið. Meira fæst at vita við at venda sær til Vivian B. Samson, dagrøktarleiðara, á telefon 22 57 19.

Skrivlig umsókn skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 1. Desember 2019 og sendast til dagrokt@klaksvik.fo ella

Klaksvíkar Kommunala Dagrøkt
á Brekku 36
700 Klaksvík.

Stutt um Klaksvíkar Kommunalu Dagrøkt
Dagrøktarskipanin er ein stovnur undir Trivnaðardeildini hjá Klaksvíkar kommunu. Í skipanini starvast 14 dagrøktarar, 1 hjálparfólk og ein námsfrøðingur ½ tíð. Talið av børnum í dagrøkt er umleið 50. Tveir fastar dagar aðru hvørja viku eru 3 dagrøktarir saman við børnum í spælustovuni.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.