Sjálvgreiðslan
Skriva út
Suðuroyar Sjúkrahús
Lagt út: 26.06.20
Umsóknarfreist: 11.07.20

Bioanalytikari til Suðuroyar Sjúkrahús

Suðuroyar Sjúkrahúsi tørvar bioanalytikara til fast starv ella avloysarastarv til setan skjótast til ber ella eftir nærri avtalu.

Arbeiðstíðin verður eftir avtalu við umsøkjaran. Starvið kann verða uttan tilkallivakt.

Rannsóknarstovan umfatar kliniska biokemi, kliniska immunologi/blóðbanka og kliniska mikrobiologi

Vit vænta, at umsøkjarar:

  • seta tørvin hjá sjúklingunum í hásæti
  • eru sjálvstøðugir, positivir, engasjeraðir og motiveraðir
  • hava góð samstarvsevni bæði mono- og tvørfakligt
  • eru fleksiblir viðv. arbeiðsuppgávum og arbeiðstíðum
  • hava lætt við at organiserað og strukturerað og hava yvirlit í akuttum støðum
  • hava góðan telduførleika
  • hava danska autorisatión.

Vit kunnu bjóða:

  • góðar starvsfelagar og gott arbeiðsumhvørvi
  • ávirkan á egnan gerandisdag
  • eitt dynamiskt, avbjóðandi og fjølbroytt arbeiði.

Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Bioanalytikarafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Íbúð við innbúgvi er tøk sambært galdandi reglum.

Nærri upplýsingar um starvið fáast frá leiðandi bioanalytikara Sáru E. Augustinussen tlf. 34 33 00 ella saraaug@ssh.fo

Umsókn við prógvum og viðkomandi skjølum skal sendast til ssh@ssh.fo

Umsóknarfreistin er 11. juli 2020.

Á heimasíðuni www.ssh.fo er meira kunning um Suðuroyar Sjúkrahús.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna