Sjálvgreiðslan
Landssjúkrahúsið
Lagt út: 11.07.19
Umsóknarfreist: 01.08.19

Bioanalytikarar til Diagnostiska depilin.

Bioanalytikarar til Diagnostiska depilin.

 

Diagnostiski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir hervið eftir bioanalytikara til Rannsóknarstovuna.

Á Rannsóknarstovuni starvast 27 bioanalytikarar, 1 patologur, 1 læknaskrivari, 1 skrivari, 1 hjálparfólk.

Rannsóknarstovan umfatar:

  • kliniska biokemi
  • kliniska immunulogi og blóðbanka
  • kliniska mikrobiologi
  • kliniska fysiologi og nuclearmedisin
  • patologi
  • screeningseind og biobanka                                                                                                

Vit leggja dent á:

  • útbúgving sum bioanalytikari
  • starvsroyndir innan klinisk mikrobiologi
  • góðan hugburð og tvørfaklig samstarvsevni
  • góðan telduførleika
  • miðlan av vitan bæði á deplinum og til aðrar samstarvsfelagar

Vit kunnu bjóða:

  • eitt dynamiskt, avbjóðandi og fjølbroytt starv
  • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • Lønar- og setanartreytir sáttmála millum Bioanalytikarafelagið og Fíggjarmálaráðið. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna við vaktskyldu (vakt á deildini og tilkall úr heiminum). Bústaður kann útvegast.

Umsóknarfreistin er 1. august 2019

Nærri upplýsingar fáast við at seta seg í samband við leiðandi bioanalytikara Ann E. Østerø, tlf. 304500, lokal 5601, t-post: lsannos@ls.fo

Søk starvið her

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú síggja okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”um stovnin”

Image 01Image 01Image 01Image 01Image 01Image 01Image 01Image 01Image 01Image 01Image 01
Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.