Sjálvgreiðslan
Skriva út
Dr. Ingridar Meinigheitsbarnagarður
Lagt út: 27.11.19
Umsóknarfreist: 11.12.19

Avloysari til Dr. Ingridar Meinigheitsbarnagarð

Vit søkja eftir einum avloysara at arbeiða í einari av okkara barnagarðsstovum. Talan er um eitt 30 tímar fyribilssett starv at byrja skjótast gjørligt og til 31.01.20.

Dr. Ingridar Meinigheitsbarnagarður er ein sjálvsognarstovnur. Vit hava tríggjar stovur: Bólið (vøggustova), Reiðrið og Látrið.

Vit vanta, at tú:

  • Hevur royndir á dagstovnaøkinum
  • Kann arbeiða sjálvstøðugt
  • Kann taka ábyrgd
  • Hevur góðar førleikar at samstarva bæði við starvsfelagar, børn og foreldur.
  • Sær loysnir heldur enn forðingar
  • Klárar at hava yvirlit

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Umsókn saman við avriti av prógvi, møguligum viðmælum og royndum skulu sendast til drim@olivant.fo í seinasta lagi 11.12.19.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til stovnsleiðaran Beintu J. Danielsen á tlf. 212253.

 

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.