Sjálvgreiðslan
Skriva út
Suðuroyar Sjúkrahús
Lagt út: 19.06.20
Umsóknarfreist: 04.08.20

Avloysari fyri læknaskrivara á Suðuroyar Sjúkrahús

Søkt verður eftir avloysara fyri læknaskrivara í tíðini 15. juli 2020 ella eftir nærri avtalu og til 20. septembur 2021. Arbeiðstíðin er 0,8. Í høvuðsheitum fevna arbeiðsuppgávurnar um vanligar læknaskrivarauppgávur og telefonavgreiðslu.

Vit vænta at umsøkjarar:
• hava útbúgving sum læknaskrivari
• hava hug og vilja at arbeiða við egnari fakligari menning og førleika
• hava góðan telduførleika - vit nýta Cosmic
• hava góð samstarvsevni og evni at arbeiða sjálvstøðugt
• eru tænastusinnaðir

Vit kunnu bjóða:
• ein áhugaverdan og fjølbroyttan starvsstað saman við góðum starvsfeløgum
• eitt starv við fjølbroyttum avbjóðingum
• fakliga og persónliga menning.

Setanartreytir
Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið. Nærri upplýsingar viðvíkjandi starvinum fáast við at venda sær til læknaskrivararnar tlf. 34 33 00.

Umsóknir
Umsókn við avriti av prógvum og CV skal sendast til:
ssh@ssh.fo
Umsóknarfreist: 4. juli 2020.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna