Sjálvgreiðslan
Skriva út
Suðuroyar Sjúkrahús
Lagt út: 19.06.20
Umsóknarfreist: 12.07.20

Avloysarastarv sum sjúkrarøktarfrøðingur á seingjadeildini á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Søkt verður eftir avloysara fyri sjúkrarøktarfrøðing á seingjadeildini í tíðini 1. februar til 31. desembur 2021. Arbeiðstíðin er 0,5 í øllum vaktum. Seingjadeildin er ein blandað skurð- og heiliráðsdeild við akuttari móttøku.

Vit vænta at umsøkjarar:
o hava prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
o hava hug og vilja at arbeiða við egnari fakligari menning og førleika
o hava góð samstarvsevni og evni at arbeiða sjálvstøðugt
o kenna ábyrgdarkenslu at skapa góðan trivna á deildini
o hava telduførleika – vit nýta Cosmic.

Vit kunnu bjóða:
o ein áhugaverdan og fjølbroyttan starvsstað saman við góðum starvsfelagum
o eitt starv við mennandi avbjóðingum
o skipaða innleiðslu.

Setanartreytir:
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Lisbet Jacobsen, deildarleiðara tlf. 34 33 00. Umsókn við autorisatión og CV skal sendast til: ssh@ssh.fo
Umsóknarfreist: 12. juli 2020.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.