Sjálvgreiðslan
Skriva út
Landssjúkrahúsið
Lagt út: 18.05.20
Umsóknarfreist: 01.06.20

Anestesisjúkrarøktarfrøðingur til Anestesideildina á Landssjúkrahúsinum

Bráðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir anestesisjúkrarøktarfrøðing til Anestesideildina. Talan er um fast starv á fulla tíð frá 1. juli 2020 ella eftir nærri avtalu. Talan er um dagvakt, tilkallivakt og døgnvakt.

Bráðdepilin veitir tænastur tvørtur um klinisku deplarnar og umfatar økini: anestesideild, viðrakning, intensiv, bráðmóttøku/skaðastovu, kommunulæknavakt og sjúkraflutningstænastu.

Arbeiðið á anestesideildini fevnir í høvuðheitum um at doyva sjúklingar til skurðviðgerðir innan fleiri sergreinar, t.d.: ortopædi, gynækologi/obstetrik, almen kirurgi, urologi, oyra, næsa og háls, eygna- og tannlæknaviðgerð. Á deildini verða gjørdar umleið 2500 anestesiir árliga.

Aðrar anestesiveitingar uttanfyri dagliga arbeiðsøkið á anestesideildini eru at leggja venflons á ymisku deildunum, at vera partur av trauma- og hjartastopptoymi og at veita anestesi í samband við til ECT. Eftir at hava ognað sær neyðugar royndir innan serøkið, gerst bráðfeingis sjúklingaflutningur uttanlanda somuleiðis partur av arbeiðsuppgávunum hjá anestesisjúkrarøktarfrøðinginum. Eisini fevnir starvið um undirvísing av starvsfólki og lesandi.

Vit bjóða

  • Fjølbroytt arbeiði og nógvar avbjóðingar
  • Starvsfelagar við góðum fakligum førleikum
  • Ein spennandi arbeiðsdag við møguleikum fyri egnari menning

Førleikar

  • Prógv og góðkenning sum anestesisjúkrarøktarfrøðingur
  • Evni til skjótt at skapa tær yvirlit og arbeiða sjálvstøðugt
  • Áhuga í og førleika at taka stig til fakliga menning og refleksión
  • Góð samstarvsevni og ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivnað á deildini
  • Telduførleika á brúkarastøði
  • Førleikar at undirvísa og miðla vitan til starvsfelagar, sjúklingar og aðrar samstarvspartar, skrivliga eins væl og munnliga

Lønar – og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Mildrid á Lógv, deildarleiðara, lokal 5757, millo@ls.fo

Umsóknarfreistin til starvið er mánadagin 1. juni 2020

Søk starvið her

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.