Sjálvgreiðslan
Skriva út
Landssjúkrahúsið
Lagt út: 04.07.21
Umsóknarfreist: 20.08.21

Anestesisjúkrarøktarfrøðingar til Anestesideildina á Bráðdeplinum

Bráðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir anestesisjúkrarøktarfrøðingar til Anestesideildina.  Talan er um tvey føst størv fulla tíð frá 1. oktobur 2021 ella eftir nærri avtalu. Møguleiki er fyri niðursettari tíð. Talan er um dagvakt, tilkallivakt og døgnvakt.

Bráðdepilin veitir tænastur tvørtur um klinisku deplarnar og umfatar økini:  anestesideild, viðrakning, intensiv, bráðmóttøku/skaðastovu, kommunulæknavakt og sjúkraflutningstænastu.

Á Anestesideildini arbeiða 11 anestesisjúkrarøktarfrøðingar.  Arbeiðið á anestesideildini fevnir í høvuðheitum um at doyva sjúklingar til skurðviðgerðir innan fleiri sergreinar, t.d.:  ortopædi, gynækologi/obstetrik, almen kirurgi, urologi, oyra, næsa og háls, eygna- og tannlæknaviðgerð. Á deildini verða gjørdar umleið 2500 anestesiir árliga. 

Aðrar anestesiveitingar uttanfyri dagliga arbeiðsøkið á anestesideildini eru at leggja venflons á ymisku deildunum, at vera partur av trauma- og hjartastopptoymi og at veita anestesi í samband við til ECT. Eftir at hava ognað sær neyðugar royndir innan serøkið, gerst bráðfeingis sjúklingaflutningur uttanlands somuleiðis partur av arbeiðsuppgávunum hjá anestesisjúkrarøktarfrøðinginum. Eisini fevnir starvið um undirvísing av starvsfólki og lesandi.

Førleikar

  • Prógv og góðkenning sum anestesisjúkrarøktarfrøðingur
  • Telduførleika á brúkarastøði

Vit vænta, at tú

  •  Hevur evni til skjótt at skapa tær yvirlit og arbeiða sjálvstøðugt
  •  Er fakliga áhugaður, er fleksibul og virkisfúsur
  •  Trívist við avbjóðingum og at hava nógv um at vera
  •  Hevur góð samstarvsevni og megnar at arbeiða tvørfakligt
  •  Er sinnaður at skapa góðan trivnað og felags mentan á deildini
  •  Hevur áhuga í at undirvísa og miðla vitan til starvsfelagar, sjúklingar og aðrar samstarvspartar

Vit bjóða

  • Góða innleiðslu
  • Ein spennandi arbeiðsdag við møguleikum fyri fakligum avbjóðingum og egnari menning
  • Dugnaligar starvsfelagar, sum eru opnir fyri nýggjum hugskotum og royndum

Visión, missión og virðir
Sjúkrahúsverkið hevur seinasta árið saman við einum breiðum skara av starvsfólki frá teim trimum sjúkrahúsunum arbeitt við at gera eitt felags virðisgrundarlag, og at endurskoða visión, missión og strategimál fyri alt sjúkrahúsverkið. Hesi kunnu síggjast á www.ls.fo.

Á Anestesideildini er arbeiðið at implementera nýggja virðisgrundarlagið farið í gongd, og er tíðin tí tann rætta hjá einum nýggjum eldhugaðum starvsfólki at vera við til at seta síni fingramerki á hetta týdningarmikla arbeiði.

Lønar – og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Hergerð Heldarskarð, deildarleiðara, tlf. 304500, lokal 5757, hergerd@ls.fo

Umsóknarfreistin til starvið er fríggjadagin 20. aug 2021.

Søk starvið her

Setunnarsamrøður kunnu væntast at vera í viku 34.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna