Sjálvgreiðslan
Skriva út
Landssjúkrahúsið
Lagt út: 31.08.21
Umsóknarfreist: 23.09.21

Áhuga fyri tólum? Vit søkja starvsfólk við tøkniligari bakgrund til Landssjúkrahúsið

Landssjúkrahúsið hevur tvey spennandi størv at søkja til tín, sum hevur fakligan førleika og áhuga fyri tøkniligari útgerð. Talan er um tvey størv til Medico teknisku deild til setan 01.11.2021 ella eftir avtalu.

Um størvini
Medico Tekniska deild er ein deild undir Tænastudeplinum á Landssjúkrahúsinum og stendur fyri umvælingum, viðlíkahaldi og eftirliti av medico tekniskum tólum í Sjúkrahúsverkinum. Deildin hevur somuleiðis ábyrgdina av allari sjónvarps- og útvarpstøkni á Landssjúkrahúsinum, stendur fyri umvæling av tólum á deildunum og undirvísir starvsfólki, tá nýggj tól verða tikin í nýtslu. Harumframt verður arbeitt við hesum skipanum:

  • medicoteknik, so sum røntgen, EKG og tilhoyrandi KT skipanum
  • telesamskiftistøkni
  • TRIO callcentur.

Landsjúkrahúsið brúkar M-DOC og Patsec viðlíkahaldsskipan. 

Annað starvið umfatar harumframt arbeiðið at seta í verk nýggja telefontøkni, DAS (Distributed Antenna System), sum Landssjúkrahúsið nýliga hevur tikið í nýtslu.

Førleikakrøv

  • Útbúgving sum elektroniktøkningur, elektronikmekanikari ella líknandi. Arbeiðsroyndir innan elektronik fakliga økið, kann vera ein fyrimunur. 

Dentur verður lagdur á

  • At tú kanst arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
  • At tú ert álítandi og fyrikomandi
  • At tú tolir broytingar í arbeiðinum
  • At tú hevur vilja til at eftirútbúgva teg í Føroyum og uttanlands 

Vit bjóða

  • Eitt fjølbroytt og vinarligt arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfeløgum
  • Ávirkan á fakliga menning
  • Góða innleiðslu 

Lønar- og setanartreytir
Bæði størvini eru fulltíðarstørv, har ein eisini er partur av vaktarskipanini á deildini. Í vaktarskipanini hava starvsfólk tilkallivakt í eina viku, umleið 4. ella 5. hvørja viku. 

Annað starvið, ið eisini fevnir um arbeiðsuppgávur innan DAS, er sambært sáttmála við Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Hitt starvið er sambært sáttmála við Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið

Nærri upplýsningar um starvið fáast við at venda sær til Einar Venned, deildarleiðara , telefon 304533, t-post einve@ls.fo 

Umsóknarfreistin er tann 23.09.2021.
Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skulu havast við til møguliga samrøðu. 

Vinarliga søk starvið her.

Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu seks mðr., skal negativ MRSA skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.

Á heimasíðu okkara www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni “Um okkum”.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna