Sjálvgreiðslan
Skriva út
Landssjúkrahúsið
Lagt út: 09.07.20
Umsóknarfreist: 16.08.20

6 Klinisk Basisuddannelse (KBU) størv verða lýst til setan 1. september 2021 á Landssjúkrahúsinum

KBU stilling 1: Medicin (9704400-m-99-b-03) – Almen medicin (99526-00-99-b-01) 

KBU stilling 2: Medicin (9704400-m-99-b-04) – Almen medicin (99528-00-99-b-01)

KBU stilling 3: Medicin (9704400-m-99-b-05) - Almen medicin (99507-00-99-b-01)

KBU stilling 4: Kirurgi (9704400-k-99-b-03) - Almen medicin (99524-00-99-b-01) 

KBU stilling 5: Kirurgi (9704400-k-99-b-04) – Almen medicin (099527-00-99-b-01)

KBU stilling 6: Kirurgi (9704400-k-99-b-05) – Almen medicin (99502-00-99-b-01)

Umsøkjarar, sum hava tilknýti til Føroyar ella duga føroyskt í skrift og talu, hava ein fyrimun.

Umsøkjarar ið velja at søkja KBU-starv í føroysku KBU-skipanini, skulu ikki vera meldað til í donsku KBU-skipanini.

Umsóknin skal innihalda:
Motiveraða umsókn út frá teimum 7 læknarollunum

Curriculum vitae

Umsøkjarar verða bidnir um at upplýsa núverandi bústað, telefonnummar, teldupost og føroyskt og danskt p-tal.

Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Hjálparlæknaráð Føroya/ Felagið fyri Yngri læknar.

Landssjúkrahúsið veitir bústað, alt eftir tørvi og ferðaútreiðslur, eftir ásettum reglum, verða endurgoldnar.

Nærri upplýsingar um starvið eru at fáa við at venda til Helenu Skaalum Mikkelsen á tlf. 234593, teldupost: helena@ls.fo 

Umsóknarfreistin er 16. august 2020. Umsóknirnar verða mettar út frá skrivligu umsóknini og CV.

Søk starvið her

Um viðkomandi sum settur verður, hevur starvast uttan fyri Norðanlond og/ella har útbrot av

MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalaváttan vísast innan byrjað verður í starvinum.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo  kann lesast um okkara visjón, missión og strategimál, undir "Leys størv."

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna