Sjálvgreiðslan
SP/F Amboð.fo
Lagt út: 17.06.19
Umsóknarfreist: 08.08.19

Vit sóknast eftir ábyrgdarfullum seljara til okkara handil

Søgt verður eftir sølufólki til at arbeiða fulla tíð frá hálvan august og gjarna upplæring og eitt sindur av arbeiði áðrenn tað.

Hvør ert tú:
Tú hevur stóran áhuga fyri amboðum, tú ert tænastusinnað/-ur og arbeiðsamur/-som. Tú tekur ábyrgd og ert álítandi. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan økið, t.d. hevur arbeitt sum handverkari, maskinmeistari, selt amboð ella bara hevur stóran kunnleika um amboð. Hetta er tó ikki ein treyt.

Hvat bjóða vit tær:
Vit bjóða tær eitt spennandi starv í einari fyritøku sum er í støðugari menning . Hjá Ambod.fo hava vit nógvar ymiskar kundar, stórar sum smáar við nógvum ymiskum tørvum. Bæði privatkundar og vinnukundar.

Tú sleppur at arbeiða sjálvstøðugt, har dagligt samstarv er við stjóran.

Løn sambært avtalu.

Ynskir tú at vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Hjalta Lamhauge á tlf. 508036, ella við at senda ein teldupost til ambod@ambod.fo

Umsóknin skal sendast við telduposti til ambod@ambod.fo

Hvørji eru vit:
Ambod.fo er ein amboðshandil, við handli í Tórshavn, umframt nethandilin www.ambod.fo. Ambod.fo umboðar eitt sera breitt vøruúrval og vit leggja stóran den á at veita øllum okkara kundum eina góða loysn uppá teirra fyrispurningar.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.