Sjálvgreiðslan
Skriva út
Sp/f A4
Lagt út: 17.09.19
Umsóknarfreist: 31.10.19

Vit leita eftir sølulærlingi at byrja sum skjótast

Hjá A4 veita vit hágóðsku vørur serliga til vinnuna. Amboð, rustfrítt, kemi og annað spennandi.

Arbeiðsuppgávur
Sum sølulærlingur kemur tú serliga at arbeiða við sølu og kundarøkt. Tú byrjar á goymsluni, har tú fært kunnleika til okkara vørur og kundar. Síðan fært tú ein kundabólk at røkja, og at enda kemur tú at byggja upp tín egna kundabólk.

Um teg
Vit ynskja, at tú ert áhugað/ur í sølu, kundarøkt og menning av felagnum. Royndir er ein fyrimunur men ikki krav. Tó mást tú hava koyrikort.

Lærutíð og løn
Hevur tú onga skúlagongd tekur útbúgvingin 4 ár
Student, 3.5 ár
FHS, 3 ár
Hægri Handilsskúla, 2 ár
Tú verður lønt/ur eftir S&K sáttmálanum.

Vísir tað seg, at hetta er nakað fyri teg, skalt tú senda tína umsókn við møguligum CV til bar@A4.fo. Umsóknarfreistin er 31.10.19

Vit gleða okkum at hoyra frá tær 😊

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.