Sjálvgreiðslan
Skriva út
Sp/f A4
Lagt út: 12.05.20
Umsóknarfreist: 28.05.20

Vit leita eftir nýggjum starvsfólki!

Ert tú okkara nýggja starvsfólk?
A4 er ein fyritøka í stórum vøkstri og leita vit nú eftir einum nýggjum sølufólkið til okkara toymi. Hjá A4 veita vit hágóðsku amboð til vinnuna. Alt frá borum til kemi, hond amboð, betongútgerð, skrúvur, boltar og annað. Søluarbeiði hjá A4, fevnur um viðlikahald av okkara mongu kundum, uppsøkjandi sølu arbeiði og annað sum hartil hoyrur. Tú fart atgongd til kontór, fartelefon, teldu og bili frá okkum. Eisini fara vit túrar til Týskland sum part av arbeiðnum. Tímatal og arbeiðistíðir verða ásett í samráð við arbeiðsgevaran. 

Hvat vænta vit av tær?

• At tú brennur fyri at læra

• At tú klárar at arbeiða sjálvstøðugt

• Klárar at hava nógvar bóltar í luftini í senn

• At tú ert jalig/ur á starvsplássinum og ert løtt/lættur at samstarva við

• Hevur koyrikort

• Royndir innan sølu 

Um okkum 
A4 er ein fyritøka sum varð stovnað í 2016. Frá lítlum innkeypi í tíð og ótíð, er A4 sp/f vaksin til eina fyritøku, sum dag og dagliga samstarvar við alla vinnuna. Frá at vera eitt starvsfólk í parttíðararbeiði, er A4 í dag ein fyritøka við fleiri starvsfólkum í starvi – fulla tíð. Vit arbeiða tætt saman við stórum veitarum sum td. Reca Norm í Týsklandi. Hetta er ein gigantur í vinnuni og tí kunnu vit, saman við okkara veitarum, loysa nærum allar uppgávur saman við teimum og kundum okkara.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Dávid Isaksen, stjóra, á tlf. +298 23 24 97 ella við at senda mail til bar@a4.fo.  Um hetta hevur tin áhuga, so vinarliga send tína umsókn til Bjartu á Rógvi, Samskipara á mail: bar@a4.fo 

Umsóknarfreistin er 28. Mai. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Vit gleða okkum at hoyra frá tær.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.