Sjálvgreiðslan
Skriva út
P/F SMS
Lagt út: 29.04.21
Umsóknarfreist: 16.05.21

Toymisleiðari til Miklagarð

Til framkomna handil okkara leita vit eftir einum starvsfólki, ið skal hava dagligu ábyrgdina av tænastuøkinum, herundir kassunum, kioskini og leiðbeiningini.

Tú ert tænastusinnað/ur, fyrikomandi og trívist væl í leiklutinum sum fyrimynd fyri tínar starvsfelagar.

Uppgávurnar eru nógvar, tú kemur at taka lut í avgreiðsluni av kundum okkara, men tú skal eisini umsita vaktarætlan og setan av starvsfólkum til kassarnar, samstundis sum tú skal bíleggja vørur til kioskina/bakarin.

Vit vænta av tær, at tú 

  • arbeiður skipað
  • ert ábyrgdarfull/ur
  • dámar væl at samstarva og samskifta við starvsfelagar og kundar
  • eisini arbeiður sjálvstøðugt

Talan er um fulltíðarstarv, og lønin er sambært avtalu.

Freistin at søkja er 16. mai, og starvið verður væntandi sett frá 1. juni.

Hevur tú spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Johnny Priess, handilsleiðara, á telefon 283011.

Send tína umsókn umvegis síðuna https://starv.sms.fo/

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna