Sjálvgreiðslan
Skriva út
Mylnan
Lagt út: 07.06.21
Umsóknarfreist: 26.06.21

Summaravloysarastarv sum bilførari

Vit fara at sóknast eftir einum avloysara til bilførarar okkara í summar.

Uppgávan hjá avloysaranum verður at koyra bakaravørur frá bakarínum í høvuðsstaðnum út í handlar okkara kring landið.  

Stóra koyrikortið er ikki neyðugt, men tú má hava reina revsuváttan fyri at røkja starvið.

Harafturat mást tú vera ábyrgdarfull/ur og duga væl at arbeiða skipa.  

Arbeiðstíðin er skiftandi, vanliga møta bilførarirnir klokkan 4 á morgni og hava frí kl. 12.

Vit hava tørv á avloysara í vikunum 26 til og við 32.

Hevur tú spurningar til starv ella setan, kanst tú venda tær til Súnhild Holm á telefon 233435.

Send okkum nøkur orð um teg sjálva/n umvegis síðuna https://starv.sms.fo/Vacancy/Index/1100

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna