Sjálvgreiðslan
Skriva út
P/F SMS
Lagt út: 13.10.21
Umsóknarfreist: 31.10.21

Starvsfólk til Stóragarð/Mylnuna

Komandi átta vikurnar hava vit tørv á einum starvsfólki til framleiðsluna í Miðlon, ið kann arbeiða aðruhvørja viku í líkavíku.

Í Stóragarði er tín høvuðsuppgáva at gera langbreyð, salat o.a. ið verður koyrt út í handlar okkara kring landi. Arbeiðstíðin er mánadag til fríggjadag frá kl. 8 til áleið kl. 12.30, og annaðhvørt vikuskiftið frá kl. 5 til áleið 12.30.

Hevur tú royndir innan matgerð, tað verið seg yrkisliga ella privat, og kundi tú hugsa tær at roynt teg í Stóragarði, kanst tú skriva nøkur orð um teg sjálva/n, og senda tey umvegis síðuna https://hr.sms.fo/Application/Index/1134.

Talan er um tíðaravmarkað starv til og við týsdag í viku 49. Eru spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Súnhild Holm, samskipara, á telefon 233435.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna