Sjálvgreiðslan
Skriva út
Mylnan
Lagt út: 12.10.21
Umsóknarfreist: 26.10.21

Starvsfólk til Mylnuna

Fulltíðarstarv í Mylnuni Hevur tú hug at starvast í einum av Mylnunum hjá okkum í Tórshavn? Vit sóknast serliga eftir fólki til fulla tíð í Mylnuni á Berjabrekku, á Smyrilsvegi og á Jónas Broncksgøtu.

Kom og gerst partur av okkara toymi av handilsfólkum, ið hvønn dag selur bakara- og aðrar vørur við einum smíli :-)

Fyri okkum er tað umráðandi, at tú ert ábyrgdarfull/ur, fryntlig/ur at heita á, og at tú gongur uppí at veita góða kundatænastu.

Ert tú áhugað/ur í einum starvi í einari av Mylnunum, kanst tú skriva til okkara umvegis síðuna https://hr.sms.fo/Vacancy/Index/1108, og greiða frá, hvat tú kanst bjóða og hvørjum tú ert áhugað/ur í.

Eru spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú senda ein teldupost til starv@sms.fo.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna