Sjálvgreiðslan
Skriva út
P/F SMS
Lagt út: 07.06.21
Umsóknarfreist: 27.06.21

Starvsfólk til Miklagarð

Kundi tú hugsa tær at arbeitt í Føroya størsta matvøruhandli?

So er møguleikin her!

Tín høvuðsuppgáva verður at avgreiða kundar við kassarnar, at hjálpa til í bakarínum/kioskini, og annars fyrifallandi uppgávur so sum at fylla upp og at halda handilin reinan og ruddiligan.

Vit leita eftir tær, ið er fyrikomandi, ábyrgdarfull/ur og arbeiðssom/samur.

Afturfyri kunnu vit bjóða eitt gott arbeiðsumhvørvi, har samstarv og kundatænasta er í miðdeplinum.

Talan er um starv fulla tíð, arbeitt verður mánadag til fríggjadag og 3. hvønn leygardag.

Vit seta starvið so skjótt sum til ber.

Lønt verður eftir sáttmálanum millum S&K og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Eru spurningar til starvið, ber til at venda sær til Anniku Samuelsen á telefon 233427.

Tú søkir starvið á https://starv.sms.fo/Vacancy/Index/1096

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna