Sjálvgreiðslan
Skriva út
Bónus Hoyvík
Lagt út: 10.06.21
Umsóknarfreist: 26.06.21

Starvsfólk til Bónus í Hoyvík

Vit leita í løtuni eftir einum starvsfólki til fulltíðarstarv í Bónus í Hoyvík.

Viðkomandi skal í høvuðsheitum hjálpa og ráðgeva kundum, um tey hava tørv á tí, fylla upp í handlinum, sita við kassan og hjálpa til við at halda handilin reinan og ruddiligan.  

Vit leita eftir tær, ið er fyrikomandi, ábyrgdarfull/ur og arbeiðssom/samur.  Afturfyri fært tú eitt gott arbeiðsumhvørvi, við góðum starvsfeløgum og ein fjølbroyttan gerandisdag, tí arbeiðsuppgávurnar eru ymiskar.  

Talan er um fulltíðarstarv á 40 tímar um vikuna, arbeiðstíðin er frá 8.30-16.  Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Lønt verður eftir sáttmálanum millum S&K og Føroya Arbeiðsgevarafelag.  

Tú søkir starvið beinleiðis her á síðuni.

Eru spurningar til starv ella starvssetan, ber til at venda sær til Sunnvør Johannesen, handilsleiðara á telefon 233445.

Tú søkir starvið á https://starv.sms.fo/Vacancy/Index/1102

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna