Sjálvgreiðslan
Sp/f A4
Lagt út: 11.08.19
Umsóknarfreist: 11.09.19

Sp/f A4 leitar eftir sølulærlingi

A4 er ein fyritøka, sum í dag arbeiðir saman við yvir 100 spennandi fyritøkum í Føroyum. Vit eru í støðugum vøkstri, og í hesum sambandi hava vit nú aftur tørv á meira arbeiðskraft til at røkja verandi og nýggjar kundar. A4 var sett á stovn í 2016 við tí fyri eyga at veita hágóðsku vørur og tænastu innan rustfría ídnaðin. Boltar, møtrikkar, gevindstengur, plátur, rør, fittings o.a. Í dag, 2019, fevna vit væl breiðari og veita vit professionellar vørur serliga til byggivinnu, fiskivinnu og alivinnu.

Okkara høvuðsveitarar eru Reca norm og Tobsteel í Týsklandi.

Reca norm->https://shop.recanorm.de/Complete-catalogue/Complete-catalogue/1601.cyid/1601.cgid/en/US/EUR/

Tobsteel->https://www.tobsteel.com/en/home/

Í dag starvast 2 fólk hjá A4, síðan hava vit Spekt til alt bókhald og eitt tætt samstarv við Safari flutning bæði í Føroyum og uttanlands.

Tá ið tú kemur at arbeiða hjá okkum, verður tú við til at uppbyggja eitt spennandi felag. Tú fært nógvar royndir og fært innilit í hvussu okkara veitarar í Týsklandi virka.

Arbeiðsuppgávur
Sum sølulærlingur kemur tú serliga at arbeiða við sølu og kundarøkt. Tú byrjar á goymsluni, har tú fært kunnleika til okkara vørur og kundar. Síðan fært tú ein kundabólk at røkja, og at enda skalt tú byggja upp tín egna kundabólk.

Um teg
Vit ynskja, at tú ert áhugað/ur í sølu, kundarøkt og menning av felagnum. Royndir er ein fyrimunur men ikki krav. Tó mást tú hava koyrikort.

Lærutíð og løn

  • Hevur tú onga skúlagongd tekur útbúgvingin 4 ár
  • Student, 3.5 ár
  • FHS, 3 ár
  • Hægri Handilsskúla, 2 ár
  • Tú verður lønt/ur eftir S&K sáttmálanum

Um tú ynskir hetta
Vísir tað seg, at hetta er nakað fyri teg, skalt tú senda tína umsókn við møguligum CV til bar@A4.fo. Umsóknarfreistin er 11.09.19.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.