Sjálvgreiðslan
Føroya Tele
Lagt út: 04.07.19
Umsóknarfreist: 07.08.19

Søluráðgevi til Telebúðir okkara

Hevur søla, tøkni og kundatænasta tín áhuga? So kanst tú gerast partur av dugnaliga sølutoyminum í Telebúðunum í Havn og á flogvøllinum. Vit leita eftir einum søluráðgeva, ið sær virði í samspælinum millum kunda, sølu og tænastu.


Í Telebúðum okkara er eingin dagur líka. Starvið sum søluráðgevi fevnir í stóran mun um ráðgeving, sølu av vørum og tænastum, uppseting av tøkni fyri kundan umframt alt vanligt handilsarbeiði. Sum søluráðgevi verður tú lyklaspælari í mun til knýtið millum Føroya Tele og kundan, og tú fært møguleika at seta títt egna fingramerki á kundasamskifti og sølu.

Viðkomandi útbúgving ella starvsroyndir eru greiðir fyrimunir, og vit ímynda okkum, at tú hevur áhuga fyri sølu og kundatænastu, hevur eyga fyri sølumøguleikum og proaktiv søkir hesar, og ynskir at fáa starvsroyndir innan tøkni og tøkniligar skipanir. Harumframt ímynda vit okkum, at tú arbeðir væl sjálvstøðugt og hevur dirvi at taka avgerðir og ert ágrýtin í mun til at røkka ásettum sølumálum.

Telebúðirnar í Havn, Hoyvík og á flogvøllinum hava opið allar vanligar handilstíðir, og arbeitt verður í skiftandi vaktum. Í hásesong hevur Telebúðin á flogvøllinum longri upplatingartíðir samanborið við hinar Telebúðirnar. Starvsstaður er Klingran í Hoyvík, Niels Finsensgøta 10 í Havn og flogvøllurin í Sørvági. Starvið verður sett sum skjótast ella eftir nærri avtalu, og lønin er sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið fyri Føroya Tele.

Um hetta ljóðar sum eitt starv fyri teg, ert tú vælkomin at senda okkum eina umsókn við lívrensli og viðkomandi skjølum. Freistin at søkja starvið er 7. august 2019, og samrøður verða gjørdar leypandi fram til miðjan august.

Tú søkir starvið her.

Ynskir tú at hoyra meira um sølustarvið, kanst venda tær til Janus Poulsen, deildarleiðara, á tel. 24 34 01 ella jpo@ft.fo. Tú ert eisini vælkomin at seta teg í samband við Starvsfólkadeildina á sfd@ft.fo ella á tel. 24 30 06.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.