Sjálvgreiðslan
Skriva út
FT Samskifti
Lagt út: 15.09.21
Umsóknarfreist: 04.11.21

Søluráðgevi til Telebúðina í Saltangará

LEYS STØRV: Hevur søla, tøkni og góð kundatænasta tín áhuga? Vit leita eftir søluráðgeva at arbeiða í Telebúðini í Saltangará. Talan er um tíðaravmarkað fulltíðarstarv fram til summarið 2022.

Í Telebúðini er eingin dagur eins. Starvið sum søluráðgevi fevnir í stóran mun um ráðgeving, sølu av vørum og tænastum, uppseting av tøkni til kunda umframt alt vanligt handilsarbeiði. Sum søluráðgevi verður tú andlitið úteftir, og tískil hevur tað týdning, at tú sært virði í samspælinum millum kunda, tænastu og sølu.

Vit ímynda okkum, at tú:

  • Dugir væl at samskifta við kundar og starvsfelagar
  • Ert íðin og vilt veita góða kundatænastu
  • Setur tær fyri at náa ásettum málum
  • Arbeiðir væl sjálvstøðugt og hevur dirvi at taka avgerðir
  • Raðfestir samstarv
  • Vilt fáa royndir innan tøkni og tøkniligar skipanir

Talan er um tíðaravmarkað starv í fulla tíð fram til summarið 2022. Útbúgving og royndir eru ikki krøv, men vit ímynda okkum, at tú leggur nógva orku í at møta kundum júst har, teir eru, og sært stórt virði at arbeiða í sølutoymi, sum arbeiðir tætt saman.

Telebúðin hevur opið allar vanligar handilstíðir, og arbeitt verður í skiftandi vaktum. Starvsstaður er í Telebúðini í Saltangará, og løn er sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið fyri Føroya Tele.

Starvið verður sett skjótast gjørligt, og umsókn við lívsrensli og viðkomandi skjølum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 3. oktober 2021. Samrøður verða gjørdar so hvørt í umsóknartíðini.

Søk starvið her.

Um tú vilt vita meira um starvið, kanst tú venda tær til Búgva Hentze Thomsen, bólkaleiðara, á 243415 og bht@ft.fo. Tú kanst eisini seta teg í samband við Rakul Svabo Róadóttir, starvsfólkaleiðara, á 243006 og sfd@ft.fo.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna