Sjálvgreiðslan
Skriva út
Alvaró
Lagt út: 06.10.21
Umsóknarfreist: 20.10.21

Sølufólk til Alvaró

Vit leita eftir ágrýtnum starvsfelaga at gerast partur av okkara Alvaró toymi.

Talan er um eitt spennandi starv, har tú hevur ábyrgdina av at kundar okkara fáa góða vegleiðing og at handilin sær innbjóðandi út.

Alvaró húsast í flottum hølum í SMS, har millum annað størsta MarMar deildin í heiminum rúmast.

Handilin stendur í støðugari menning og bjóðar ein sera spennandi gerandisdag!

Vit vænta av tær, at
- ert áhugað/ur í sølu og kundatænastu.
- tú setur teg inn í tær einstøku vørurnar, soleiðis at tú fært givið røttu vegleiðing til kundan.
- dámar at vegleiða og hjálpa kundum okkara

Starvið er 32 tímar um vikuna og verður lønt við 21.600 krónum mánaðarliga.

Umframt lønina verður goldið eftir- og frítíðarløn.

Ljóðar hetta sum nakað fyri teg?

Tú ert vælkomin at senda okkum eina umsókn til asvor@alvaro.fo.

Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna