Sjálvgreiðslan
Skriva út
Rumbul
Lagt út: 04.06.21
Umsóknarfreist: 20.06.21

Rumbul: Kom í læru!

Kundi tú hugsa tær eitt spennandi lærupláss innan handil og sølu, har tú kemur í eitt ungt og mennandi umhvørvi? So er eitt lærupláss í Rumbli møguliga nakað fyri teg.

Í handlinum hava vit eitt risastórt úrval og fáa vit javnan nýggjar vørur heim.

Sum lærlingur hjá okkum kemur tú at læra um sølu, kundatænastu, vørusýning og vørubílegging. Í lærutíðini gongur tú annaðhvørt í skúla ella arbeiður í handlinum. Lærutíðin tekur upp í 4 ár, men verður stytt alt eftir hvørja útbúgving tú hevur lokið og eftir hvørjum arbeiðsroyndum tú hevur.

Tú verður knýtt/ur at skúlanum Tradium í Randers, og skal í skúla áleið 10 vikur í lærutíðini.

Vit vænta av tær, at tú ert áhugað/ur í sølu og kundatænastu, at tú ert forvitin og fyrikomandi, og at tú hevur hug og hegni at læra.

Ljóðar eitt lærupláss í Rumbli sum nakað fyri teg, kanst tú skriva nøkur orð um teg sjálva/n og senda tey umvegis síðuna https://starv.sms.fo/Vacancy/Index/1094. Eru spurningar, kanst tú venda tær til Beintu Ottosen, handilsleiðara, á telefon 265471.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna