Sjálvgreiðslan
Skriva út
P/F SMS
Lagt út: 10.09.21
Umsóknarfreist: 24.09.21

Pakkifólk til Mylnuna

Vit leita eftir fólki, ið megnar at arbeiða skipað og undir trýsti á pakkideildini í bakarínum.

Sum pakkifólk verður tín høvuðsuppgáva at pakka vørur frá framleiðsluni, ið skulu út í handlar okkara kring landið.

Tú verður partur av einum fryntligum toymi, har góðska og samstarv er í miðdeplinum.

Talan er um fulltíðarstarv, har arbeiðstíðin vanliga er frá kl. 4.30 til áleið kl. 12 vanligar dagar. Annaðhvørt vikuskifti verður arbeitt frá áleið kl. 2.30 til 7.30.

Starvsstaðurin er á bakarínum í Miðlon í Tórshavn.

Løn er sambært sáttmála hjá Havnar Arbeiðarafelag ella Havnar Arbeiðskvinnufelag.

Ert tú áhugað/ur í at royna teg sum pakkifólk kanst tú senda okkum nøkur orð um teg sjálva/n umvegis leinkjuna https://hr.sms.fo/Application/Index/1128.

Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Súnhild Holm á telefon 233435.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna