Sjálvgreiðslan
Lagt út: 11.07.19
Umsóknarfreist: 31.07.19

Mylnan søkir eftir fólki til 30 tímar um vikuna at byrja 1. august

Mylnan søkir eftir starvfólki til Mylnuna á Smyrilsvegi at arbeiða umleið 30 tímar um vikuna.

Talan er um skiftandi morgun- og dagvaktir og annað hvørt vikuskifti.

Tínar uppgávur verða at avgreiða kundar, fylla vørur upp og halda handilin ruddiligan og reinan. 

Vit vænta, at tú ert fyrikomandi, álítandi og kanst arbeiða sjálvstøðugt.

Umsóknir skulu sendast til Honnu á hanna@mylnan.fo

Starvið er sett at byrja 1. august.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.