Sjálvgreiðslan
Skriva út
Mylnan í Jónas Broncksgøtu
Lagt út: 19.02.21
Umsóknarfreist: 06.03.21

Mylnan í Jónas Broncksgøtu leitar eftir handilsfólki

Ert tú álítandi, smílandi og arbeiðssom/samur?

So er tað kanska tær vit leita eftir til at arbeiða nakrar tímar seinnapartar/um kvøldið og okkurt vikuskifti í Mylnuni. Hvønn dag fáa vit lekkrar vørur frá bakarínum, og leggja vit stóran dent á at vísa hesar fram á bestan hátt. Gott handverk og góð tænasta gongur hond í hond í handlum okkara.

Tí er tað eisini sera umráðandi, at okkara starvsfólk eru fryntlig at heita á.  

Uppgávurnar fevna í høvuðsheitum um at avgreiða kundar, bæði við kassan og á gólvinum um tørvur er á tí, at fylla vørur á hyllarnar og sum heild at halda handilin penan og innbjóðandi.  

Um tú ert áhugað/ur í at gerast partur av toyminum, kanst tú senda tína umsókn umvegis síðuna her.

Eru spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Lindu Lydersen, handilsleiðara, á telefon 769093 ella á linda@mylnan.fo

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna