- Øll Størv (90)
- Byggivirksemi (0)
- Fiskavøruídnaður (2)
- Fiskiskapur (0)
- Flutningur (0)
- Flutningur sjóvegis (1)
- Fyrisiting og tænastur (20)
- Gistihús og matstovur (8)
- Handil og umvæling (6)
- Heilsu- og almannaverk (35)
- Kunningartøkni (3)
- Skipasmiður og smiður (5)
- Undirvísing (1)
- Vinnuligar tænastur (9)
Mylnan á Berjabrekku leitar eftir handilsfólki
Ert tú álítandi, smílandi og arbeiðssom/samur? So er tað kanska tær vit leita eftir til fulltíðarstarv í Mylnuni.
Hvønn dag fáa vit lekkrar vørur frá bakarínum, og leggja vit stóran dent á at vísa hesar fram á bestan hátt.
Gott handverk og góð tænasta gongur hond í hond í handlum okkara.
Tí er tað eisini sera umráðandi, at okkara starvsfólk eru fryntlig at heita á.
Uppgávurnar fevna í høvuðsheitum um at avgreiða kundar, bæði við kassan og á gólvinum, um tørvur er á tí, at fylla vørur á hyllarnar og sum heild at halda handilin penan og innbjóðandi.
Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna, og lønt verður eftir sáttmálanum hjá S&K.
Um tú ert áhugað/ur í at gerast partur av toyminum á Berjabrekku, kanst tú senda tína umsókn umvegis síðuna her.(https://starv.sms.fo/Application/Index/1047)
Eru spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Eir Berg, handilsleiðara, á telefon 769091 ella á eir@mylnan.fo