Sjálvgreiðslan
Skriva út
FK í Hoyvík
Lagt út: 10.09.21
Umsóknarfreist: 27.09.21

Leiðari til frukt- og grønmetisdeildina

Søkt verður eftir leiðara til frukt- og grønmetisdeildina í FK Hoyvík at byrja skjótast gjørligt.

Vit vænta, at tú:

  • Hevur hollan kunnleika til frukt og grønmeti frá núverandi ella fyrrverandi arbeiði
  • Hevur eyga fyri dygd og búskapi
  • Ert kreativ/ur og virkin, og kann vísa fram eina deild, sum er tann besta í býnum
  • Ert kundavinalig/ur
  • Ert álítandi og reiðilig/ur
  • Ert fryntilig/ur og fyrikomandi

Vit kunnu bjóða tær:

  • Eitt sjálvstøðugt og mennandi arbeiði
  • Eitt gott arbeiðsumhvørvi
  • Lagaligar arbeiðstíðir
  • Rúmar arbeiðsræsur undir ábyrgd

Talan er um fulltíðarstarv, og arbeiðstíðin er mánadag til fríggjadag, ella eftir nærri avtalu.

Løn sambært avtalu.

Meira fæst at vita um starvið við at støkka inn á gólvið ella við at ringja til Bent Lundsgaard, deildarleiðara í FK Hoyvík, á tlf. nr. 21 40 16.

Skrivlig umsókn saman við viðkomandi skjølum skal sendast til bl@fk.fo, og vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 27. september 2021.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna