Sjálvgreiðslan
Skriva út
The Body Shop
Lagt út: 31.07.20
Umsóknarfreist: 14.08.20

Lærlingur til The Body Shop í SMS

Ert tú áhugað/-ur í húðrøkt, makeup og góðari kundatænastu?

Í okkara vælvitjaða handli sóknast vit eftir einum lærlingi, sum

  • brennir fyri at veita góða kundatænastu.
  • elskar at læra um, greiða frá og arbeiða við vakurleikarøkt.
  • gongur høgt uppí, at handilin sær snøggur út.
  • er samstarvshugað/-ur og dámar at arbeiða kreativt.
  • vil arbeiða við nýggjum spennandi verkætlanum.
  • hevur tikið ella er í holt við at taka yrkisrættað prógv ella miðnámsprógv. 

The Body Shop bjóðar tær eitt læruríkt, avbjóðandi og spennandi lærupláss, har tú altíð upplivir nakað nýtt. Dagliga arbeiðið inniheldur fastar arbeiðsuppgávur og gott samskifti við kundar okkara. Eisini bjóða vit makeup-skeið til kundar okkara, umframt at vit verða bíløgd til tiltøk so sum myndatøkur og mótasýningar, har tørvur er á okkara førleikum. Hetta læruplássið gevur tær tí bæði persónliga og fakliga menning.

Hevur hetta tín áhuga, so vinarliga send okkum eina umsókn við lívsrensli til foroyar.tbs@gmail.com skjótast gjørligt.

Um tú hevur spurningar um eitthvørt ella vilt hoyra meira um læruplássið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á tel. 519505 ella á foroyar.tbs@gmail.com.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna